Tær ungu bitu frá sær

Hóast VÍF enn er á aftasta plássinum í Sunset-deildini, so prógvaðu fleiri av yngru spælarunum, at tær væl kunnu verða botnurin undir einum nýggjum gull-liði

Honddbóltur

 

Tað kann væl verða, at VÍF enn ikki hevur eitt lið, sum er ført fyri at endurtaka gyltu árini fyrst í hesi øldini, tá liðið var at kalla einaráðandi í kvinnudeildini. Til tað er mannfallið eisini ov stórt, og boðini undan hesum árinum vóru eisini, at liðið fyrst og fremst skal bíta seg fast í fremstu deildina aftur.

Móti Neistanum, sum roynir at halda fast í Stjørnuni í oddastríðnum, tóktist bitin tó vera heldur stórur undan dystinum sunnudagin. Ikki minst, um hugsað verður um, at munurin millum liðini var heili 18 mál, tá tey dystaðust fyrr í heyst.

 

Ikki bert Ioana

Tað gjørdist talan ongan tíð um hesaferð. Hóast VÍF tíðliga í dystinum fekk ein dyggan smeit, tá Nikolina Eyðbjørnsdóttir noyddist av vøllinum við skaða, so slapp Neistin ikki uttan víðari avstað. Tær bláu vunnu sær tó eina leiðslu, sum tær megnaðu at halda fast um gjøgnum dystin, men eftir steðgin var fleiri ferðir heilt nær við, at VÍF vann seg upp á javnt.

Og tað varð ikki bert gjørt við skotstyrkini hjá Ioanu Rapa. Sjálvandi er hon mest týðandi spælarin á liðnum, men fleiri av yngru spælarunum megnaðu eisini væl at gera sær dælt av plássinum, sum varð skapt. Og í teimum løtum, tá Ioana var á beinkinum og hvíldi seg, tóktist spælið eisini ganga fult so væl. Hartil hevur Neisti ein mangul í skotstyrki, og tá tær sjáldan fingu kontraspælið at rigga heilt, kundu VÍF-verjan og ein stórspælandi Tomma Petersen halda stutt tjóður í.

Vantandi royndirnar hjá VÍF kostaðu tó, tá mest stóð á. Einar tríggjar ferðir kundu tær skotið seg heilt nær, men hvørja ferð varð møguleikin misnýttur, og tað revsaðu tær bláu.

 

Ferðin má upp

Hóast tapið heldur VÍF á aftasta plássinum í deildini, so er einki at ivast í, at júst ein slíkur dystur kann økja um sjálvsálitið á liðnum, soleiðis at málið um at stabilisera seg kann røkkast.

Hjá Neistanum vóru stigini tey týdningarmestu, men tað er einki dulsmál, at spælið skal betrast, um tær vilja halda fast í oddaliðnum. Styrkin hjá liðnum er framvegis verjan og kontraspælið, men tað vilja vera dystir, har hetta ikki er nóg mikið í sjálvum sær. Og tá skotstyrkin ikki av sær sjálvum fær mótstøðuverjurnar út, eigur ferðin í gjøgnumbrotsspælinum at setast upp. Tað megnaðu tær bert í lítlum løtum hesaferð, men hesar løtur mugu leingjast, um plássið í oddinum skal haldast.

 

Fakta um dystin

VÍF-Neistin 20-23 (9-13)

Málskjúttar

VÍF: Ioana Rapa 10(3), Elisa Leo 2, Torgunn H. Hohansen 2, Heidi Joensen 2, Fríða Marjunardóttir 1, Linda Johannesen 1, Liljan Djurhuus 1, Rannvá á Rógvi

Neistin: Nicoleta Radu Hansen 9(4), Unn J. Kragesteen 4(2), Rakul Magnussen 2, Ása á Neystabø 2, Anja Heinadóttir 2, Rakul Augustinussen 2, Elin Stakksund 1, Anna Clementsen 1

Brotskøst: VÍF 4, Neistin 8

Útvísingar: VÍF 1, Neistin 4

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen