Tórður Thomsen nýtt felag

Málverjin ger í dag sáttmála við lið í Betri-deildini

Tórður Thomsen fer í dag at gera ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Hann hevur verið uttan sáttmála, síðani farna kappingarár, tá hann spældi við B36. Hann var settur í samband við Víking í summar, meðan feløg sum NSÍ og Skála hava verið nevnd í ár.

 

- Eg havi vant við í einar tvær vikur, og mær hevur dámt væl. Støðið er høgt, tað er hørð kapping, kvalifiserað venjing, og góður og bygdasligur humor, akkurát sum mær dámar tað, sigur Tórður Thomsen við einum brosi og leggur afturat:

 

- Spælarar og venjarar hava tikið væl ímóti mær, og hetta følist sera rætt. Eg eri sera spentur til avbjóðingina, sigur málverjin.

 

NSÍ skal í morgin spæla Stórsteypadyst móti Víkingi á Tórsvølli. Nýggjastu boðini úr Runavík eru, at tað er ein møguleiki fyri at tað verður brúk fyri Tórði Thomsen í málinum. Sum skilst, so hava bæði Símun Rógvi Hansen og Andras Gango trupulleikar við skaðum.

 

Rás2 sigur frá Stórsteypadystinum.