Tórbjørn er hugtakandi

Tað er synd, at Tórbjørn Jacobsen fer frá, sum landsstýrismaður. Hetta helur álendski mentamálaráðharrin, Gun Carlsson, sum hevur verið hugtikin av Tórbjørn, síðani fyrstu ferð, tey møttust


 

? Eg haldi tað vera synd, at Tórbjørn Jacobsen nú fer frá, sum landsstýrismaður í mentamálum. Tí eg trúgvi, at hann er góður fyri Føroyar.

Soleiðis segði álendski mentamálaráðharrin, Gun Carlsson, sum hesa vikuna hevur vitjað í Føroyum, á tíðindafundi í Mentamálastýrinum mikudagin.

Vitjanin í Føroyum kom í lag, eftir at Tórbjørn Jacobsen á almennari vitjan í Álandi í fjør, beyð Gunn Carlsson at koma til Føroya.


Hugtikin frá fyrstu ferð

Gun Carlson og Tórbjørn Jacobsen hittust fyrstu ferð, tá Tórbjørn Jacobsen var á síni fyrstu almennu uppgávu uttanlands. Hetta var á norðurlendskum fundi í Århuus.

Á fundinum í Århus helt Tórbjørn Jacobsen eina av sínum kendu, mergjaðu røðum. Og røðan hugtók álendska mentamálaráðharran so nógv, at hon beinan vegin beyð Tórbjørn at koma til Álands. Tórbjørn tók av, og síðani hevur sambandið millum mentamálaráðharranar í báðum smálondunum verið av tí allar besta.


Kann læra av Føroyum

Álendski mentamálaráðharrin heldur tað vera nógv á skúla- og mentanarøkinum í Føroym, sum álendingar kunnu læra av. Millum annað heldur Gun Carlsson tað vera ógvuliga áhugavert, at til dømis føroyskir maskinmeistarar hava møguleika at taka pedagogisk skeið, og síðani sleppa at undirvísa á maskinskúlum.

? Hetta er avgjørt ein skipan, ið vit eru áhugað í og ynskja at fáa í Álandi. Eisini eru vit ógvuliga hugtikin av tykkara útvarpi. Í Álandi hava vit einki útvarp, segði Gun Carlsson á tíðindafundinum mikudagin.

Men Tórbjørn Jacobsen heldur eisini, at føroyingar kunnu læra nógv av Álendingum. Til dømis vísir hann á, at í Álandi eru fysisku karmarnir hjá skúlunum langt framman fyri karmarnar í Føroyum.