Grundlógarstríð
Tórbjørn Jacobsen og Anders Fogh Rasmussen komu ikki fram til eitt felags forstáilsi av ríkisrættarligu støðuni hjá Føroyum, tá teir trætaðust um millum annað grundlógina í Fólkatinginum hósdagin.
Tórbjørn Jacobsen mótmælti sum tjóðveldismaður, at føroyingar nakrantíð hava lagt seg undir grundlógina, meðan Anders Fogh Rasmussen helt, at Tórbjørn Jacobsen royndi at tekna ræðumyndir á veggin av einari danskari stjórn, sum undir ongum umstøðum vil loyva føroyingum at fara út úr ríkinum. Soleiðis er veruleikin ikki, segði hann.
Orsøkin til hólmgonguna teirra millum var ein fyrispurningur, sum Tórbjørn Jacobsen hevði sett forsætisráðharranum um grundlógina.
Forsætisráðharrin segði á vitjan síni í Føroyum, at um Føroyar skulu loysa frá Danmark, so krevur grundlógin, at Fólkatingið gevur sítt samtykki. Tá ið hetta er eitt krav, so má tað samstundis innibera, at føroyingar hava samtykt grundlógina sum sína egnu, heldur Tórbjørn Jacobsen. Tí vildi hann hava Anders Fogh Rasmussen at siga sær, nær hetta er hent.
Samtykt fleiri ferðir
Í svarinum vísti Anders Fogh Rasmussen á, at kongur "gav" fólkinum grundlógina í 1849, og tí er upprunaliga grundlógin ongantíð samtykt av fólkinum. Hinvegin eru broytingar í grundlógini samtyktar á fólkaatkvøðum fleiri ferðir ? í 1920, 1939 og í 1953 ? bæði í Føroyum og Danmark. Og av tí at § 19 í grundlógini ásetur, at Fólkatingið og stjórnin skulu geva sítt samtykki, um Føroyar skulu úr ríkinum, so er tað so, staðfesti forsætisráðharrin.
Men svarið nøktaði als ikki Tórbjørn Jacobsen, sum ikki kundi góðtaka tulkingina hjá forsætisráðharranum.
- Um danir framvegis halda, at føroyska fólkið er undirlagt donsku grundlógina, so kenni eg meg sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin noyddan at mótmæla og vísa á, at løgtingið so seint sum í fjør samtykti, at føroyska fólkið hevur varðveitt sjálvsavgerðarrættin sambært fólkarættinum og ST-viðtøkum, segði hann.
Fólkatingsmaðurin vísti enn einaferð á, at føroyingar ikki samtyktu grundlógina í 1849, og harumframt vísti hann á, at ein meiriluti var fyri loysing í 1946. Men hesa avgerðina virdu danir ikki. Tórbjørn Jacobsen vísti eisini á, at tað bert høvdu verið 7,6 prosent á vali, tá ið grundlógin varð broytt í 1953, so tað kundi ikki brúkast til nógv, helt hann.
Hoyrir heima í Føroyum
Anders Fogh Rasmussen hevði eitt sindur ilt við at síggja trupulleikan, sum Tórbjørn Jacobsen royndi at vísa á.
Forsætisráðharrin vísti á yvirlýsingina sum hann og løgmaður gjørdu í Føroyum í januar. Har verður kósin stungin út í kortið.
- Sum eg havi skilt var breið semja í Føroyum um yvirlýsingina ? eisini í Tjóðveldisflokkinum, segði Anders Fogh Rasmussen.
Til hetta segði Tórbjørn Jacobsen, at spurningurin er, um ein møgulig fólkaatkvøða um loysing verður vird sum ein fólkarættarlig atkvøðugreiðsla ? sum ikki krevur samtykki úr Danmark - ella sum ein statsrættarlig atkvøðugreiðsla, har danir skulu geva sítt samtykki til úrslitið.
Men Tórbjørn Jacobsen fekk ikki forsætisráðharran til at geva seg.
Anders Fogh Rasmussen helt, at Tórbjørn Jacobsen roynir at draga eitt kjak inn í danska Fólkatingið sum av røttum hoyrir heima í Føroyum.
- Tað er ikki stjórnin ella Fólkatingið, sum forðar fyri, at heimastýrisskipanin verður endurskoðað ella at Føroyar fáa sjálvstýri, segði forsætisráðharrin, sum at enda bað Tórbjørn Jacobsen føra sítt kríggj í Føroyum heldur enn í danska Fólkatinginum.
At fólkatingsmaðurin ikki tekur hesa síðstu áheitanina til eftirtektar er tó púra greitt, tí hann hevur longu sett danska løgmálaráðharranum ein nýggjan fyrispurning um ríkisfelagsskapin. Tað kjakið er sett á dagsskránna fyri fundin næsta mikudag.