Hvussu rakar fíggjar- og búskaparkreppan føroyska samfelagið, og hvat kann gerast fyri at minka um avleiðingarnar. Hetta kjakast Tórbjørn Jacobsen og Magna Laksáfoss á Vinnurásini á Rás2 eftir klokkan 16 Eftir tíðindi klokkan 16 vitja Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi og Magni Laksáfoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin í Vinnurásini á Rás2 at tosa og kjakast um fíggjar- og búskaparkreppuna, sum leikar á. Hetta er eitt slag av upphiting til stórfundin, sum Tjóðveldi skipar fyri í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.30 við luttøku av m.a. formanninum í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen. Rás2 fer at senda beinleiðis frá tí fundinum.