Hon er dóttir Thoru og Hans Magnussen, bæði úr Tjørnuvík. Tórhild er yngst av fýra syskjum.
Hon er skrivstovukvinna og hevur verið 15 ár á skrivstovuni á Føroya
Handilsskúla, har hon enn hevur sítt dagliga yrki.
Hon hevur sitið í nevndini fyri Parkinsonfelagið frá 1998 til 2003. Tvey tey
fyrstu árini sum skrivari og síðani sum formaður.
Hon er løtt av lyndi, og henni dámar væl at syngja, og syngur hon við í fleiri
kórum. Mentað fólk sum hon er, er hon sjálvandi eisini við í Kingo-bólkinum í Tjørnuvík, har hon er "programleiðari" og bólkinum ein dyggur stuðul.
Tórhild er gift við Jógvan F. Olsen úr Hósvík. Tey eru búsitandi í Hvalsoyargøtu í Havn, har mangur hevur sitið væl og nýtt gestablíðni og tí dettur oftani nógv fólk inn á gólvi. Tey eiga sonin Ára.
Vinir.