Tóroddur við Kirkjupunki

Tóroddur Poulsen gevur í dag fløgu út. Áður eru komnar fløgur við yrkingum hjá Tóroddi Poulsen, --”Lot” gav út “Veðrið eigur orð”og Kaj Klein gav í fjør út “Úr maskinrúminum”. Nú kemur Tóroddur sjálvur út í orkesturformi við navninum Garasjuguð, har hann sjálvur hevur sett løg til 16 yrkingar úr 5 av sínum yrkingsrsøvnum. Tað er við fløguni “Rock Against Færökitsch”. Hann spælir nærum øll ljóðførini sjálvur. Hetta er eitt slag av psykedeliskum kirkjupunki at lurta efter - ein blandinger av pumpandi orgli og blues rockandi guitara og lættlátandi jødaharpu. Staðið fyri upptøkunum og ljóðblandingini hevur Kaj Klein. Tutl stendur fyri útgávuni.