Tórsdagur breyt samskiparan

Elin Wang, samskipari, var bara ein av heili fimm fólkum, sum brutu seg sundur, tá Tórshavnar kommuna skipaði fyri ítróttardegi fyri starvsfólkini um vikuskiftið. Sjálv fekk hon størsta skaðan, tá hon breyt annan armin, keikti hin og fekk snuddir í andlitið

Tað endar ikki altíð líka lukkuligt, tá kantórmýs verða koyrdar út at flyta seg. Hetta mátti Elin Wang, sum sjálv skipaði fyri Tórsdegnum, sanna, tí tá hon skuldi loypa upp um ein plint uttanfyri badmintonhøllina gekk heilt galið.

- Eg veit ikki reiðiliga, hvat hendi, men annað beinið kom ikki upp um plintin, so eg fór sendandi fram eftir rommum, men samarittarnir vóru har beinanvegin at taka sær av mær. Sindur undarligt, at fyriskiparin skal vera tann fyrsta, sum fær skaða, greiðir Elin Wang frá.

Hon var langt frá tað einasta av teimum fleiri enn 700 fólkunum á degnum, sum fekk skaða. Ein breyt fótliðið, ein keikti armin og tvey fingu snudd í andlitið.

Men tá talan er um fleiri enn 700 fólk, so er Tórshavnar kommuna ikki heilt lamin av degnum.

Tá fólk fáa skaða soleiðis, so gevur tað vanliga nakrar sjúkradagar, so kanska er tað ikki so sunt at loyva kantórmýsnum av borgini.


Ein góður dagur

Hóast Elin Wang fekk skaða á Tórsdegi, sum hevði savnað øll starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu, so heldur hon, at dagurin eydnaðist heilt væl.

Tey byrjaðu longu klokkan 9 leygarmorgunin við upphiting. Síðan var kapping gjøgnum tað mesta av degnum har millum annað postarenning, togtogan, longdarlop og renning vóru á skránni, í og kring ymiskar hallir og á Tórsbreyt.

Klokkan 16 endaði sjálv kappingin við eini kapping um at mjólka. Fimm kýr vóru funnar fram, og so sluppu luttakarar at kappast um tað eisini.


Borgarstjórin silvur

Tá talt var upp, gjørdist greitt, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jens Marius Poulsen, kommunustjóri, sum vóru á liði saman, ikki vóru á vinnandi liðnum, men helst hava teir ikki verið so vónbrotnir, tí teir endaðu við at fáa silvur.

Heðin Mortensen er fegin um silvurið, hóast hann ætlaði sær gull.


Endaðu við veitslu

Tá ítróttartiltøkini vóru av, fóru ymisku partarnir, hvør til sín at fáa sær ein bita. Tey flestu fóru at eta saman, og longu klokkan 21 hittust øll aftur í høllini á Hálsi, har veitsla var hildin fyri øllum.

Eisini Elin Wang var í veitslu. Tá hevði hon verið á skaðstovuni, har hon hevði fingið gips á armin og nakrar pentur.

- Ja, klokkan tvey var eg har uppi aftur, sigur Elin Wang, sum heldur at tað er vinnaraandin í fólki, sum gjørdi, at tað vóru so nógv, sum fingu skaða.