Tórsfest-bólkarnir eru komnir til landið

Bólkarnir, sum skulu spæla á Tórsfest í kvøld, eru komnir til landið.

Í gjár kom Sean Kingston til Føroya, og í morgun komu so hini stóru nøvnini Carpark North og Saybia til landið.

Føroysku bólkarnir, sum fara á pall í kvøld, eru Eivør, Týr, Marius, MC-Hár, Eyðun & Terji og Punjab. Eisini verður barnaundirhald um dagin við Bubu, Angelu og Hannibal, Kúllunum og Vitus, sum er barnamaskotturin hjá BankNordik.

Útselt er til Tórfest, og fyriskipararnir heita á fólk um at fáa sær armband uppá, áðrenn konsertin byrjar, tí vandi er fyri longum bíðirøðum til tiltakið. Armbond fáast í Kunningarstovuni í Havn fram til kl 14.00 í dag.