Tórsfest skal seta lív í býin

Tórsfest bjóðar eitt nú rock við Dee Snider, popp við Halberg & Friends og rapp við Suspekt

Leygarkvøldið verður árliga ólavsøkukonsertin, sum seinnu árini hevur verið hildin undir navninum Tórsfest og er flutt mitt inn í Havnina – á Vaglið.
Ólavsøkukonsertin plagdi at bjóða tað besta av tí føroyska, men nú hevur Tórsfest eisini fleiri útlendskar bólkar á skránni.
Hesaferð eru gestirnir serliga úr Danmark, haðani artistarnir Suspekt, L.O.C, Halberg & Friends, Martin Jensen og Hjalmer Larsen koma.

Rockstjørna
Úr USA kemur ein rættilig rockstjørna – Dee Snider, sum er kendur sum sangari í Twisted Sister, kemur til Føroya við egnum bólki at spæla sangir av soloútgávu og kendar Twisted Sister slagarar. Twisted Sister, sum vitjaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, eru givnir at spæla, men Dee Snider hevur síðani verið virkin sum solistur. Hann gav í fjør út »For The Love of Metal«, og hann hevur ferðast víðahvar at spæla konsertir síðani. Eisini í summar hevur Dee Snider verið á plakatini á fleiri europeiskum rockfestivalum. Nú verður høvi at hoyra sangir sum »We’re Not Gonna Take It« og »I Wanna Rock« live á Vaglinum í Havn.

Nýtt og gamalt
Ein av meiri forvitnisligu gestunum hesaferð er Hjalmer Larsen, sum er sonur kanska størsta danska sangskrivaran nakrantíð, Kim Larsen. Hjalmer Larsen hevur vunnið alt meiri fram sum solistur, og hann kemur nú fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla. Hetta er ein ungur artistur, sum er á veg fram.
Bólkurin Halberg & Friends umboðar meira tann nostalgiska tónleikinum í 80’unum og 90’unum.
Poul Halberg var smádrongur, tá hann byrjaði at spæla gittar og klaver. Sum 15 ára gamal byrjaði hann longu tónleikarligu yrkisleiðina í bólkinum Grace og næstu mongu árini spældi hann við bólkum sum Aorta og Dagspressen við fleiri. Seinni var Poul Halberg sangskrivari og tónleikari í bólkum sum Halberg/Larsen og Ray Dee Ohh, sum høvdu nógv hitt. Halberg og hansara vinfólk fara at spæla tey stóru hittini frá hansara yrkisleið – eitt nú sangir sum »Magi i luften«, »Mandagsstævnemøde«, »Jeg vil la’ lyse brænde« og »Elskes af dig«.

Føroyskt
Umframt útlendsku gestirnar fara eisini nakrir føroyskir bólkar á pallin. Saint Kodiak, sum er nýggja navnið hjá Gunnar Mikkelsen, I AM og Danny & The Veetos hava fingið pláss í skránni. Harafturat verður eisini barnaundirhald, tá ið tiltakið byrjar seinnapartin leygardagin.
Skráin fyri Tórsfest er frá kl. 16.00 til 03.00, og konsertirnar verða á tveimum ymiskum pallum. Harafturat verður eisini spæliland fyri børnini.