Tá høvuðsstaður Føroya um miðjan oktober aftur verður vertur fyri einum jazzfestivali, er tað fyrsta stigið til enn einaferð at gera Havnina til ein av týdningarmestu jazz-býunum í Norðurevropu.
70’ini og 80’ini vóru sonn gullár hjá føroyskum jazzi og Havnar Jazzfelag, sum tá var eitt av størstu jazzfeløgunum í Norðanlondum. Heimsstjørnurnar flokkaðust tey árini um Havnina, sum flugur um ein sukurmola. Millum onnur vitjaðu víðagitni amerikanski tenorsaxofonisturin Dexter Gordon og amerikanski jazzklaverleikarin Kenny Drew her. Eitt heilt nýtt hugtak tók seg enntá upp tey árini, tá jazz-fjepparar í Havn heilt einfalt vórðu kallað »jazzarar«. Í 1984, nógv, nógv ár áðrenn nakar bara hevði so mikið sum hugsað um Ó-, G- ella Summarfestivalar, varð Tórshavnar Jazzfestivalur stovnaður, og er sostatt elsti festivalur fyri rútmiskan tónleik í Føroyum.
Síðan 2003 hevur Tórshavnar Jazzfestivalur havt ein steðg, men nú koma íslendsku jazzfunk-fusións-vetaranarnir í Mezzoforte og okkara egni Teitur at fáa Havnina at swinga aftur. Fyri jazz-feinschmeckarar er tó minst líka forvitnisligt at sleppa hoyra onki minni enn ein svenskan jazzprofessara á føroyskari grund! Talan er um gitna klaverleikaran Lars Jansson, sum í 1998 varð tilnevndur fyrsti jazzprofessarin í Danmark. Lars Jansson Trio hevur 30 ár á baki og er eitt av kendastu jazznøvnunum í Norðanlondum. Lars Jansson, sum er føddur í 1951, fekk tokka til jazz í 60’unum tá hann fór at spæla jazz-urgu. Seinni fekk hann sær tónleikaútbúgving í Göteborg og endaði síðani í Danmark.
Mezzoforte varð stovnað í 1977 – fyri 34 árum síðani. Kendasta lagið hjá teimum er “Garden Party” frá 1983. Orkestrið hevur verið virkið øll árini og í fjør kom teirra seinasta studio-album »Volcanic«. Albummið varð fagnað av LiveMusicGuide.com, sum m. a. skrivaði:
»Mezzoforte fær fjeppararnar at kenna seg nøgdar og vilja hava meir«, og »teir eru minst líka góðir, sum teir nakrantíð hava verið, um ikki betri«.
Teitur Lassen er størsta føroyska tónleikanavn nakrantíð – og hann leverar endabrestin á Tórshavnar Jazzfestivali. Enntá við frumframførsluni av sínum »Weekdays«, ið er fyri kór og orkestur og er í sjey pørtum, eins og tað eru sjey vikudagar. Verkið verður framført í samstarvi við DR PigeKor, føroyska kórið Tariru og tónleikabólkin Aldubáruna. Í sama viðfangi verður »Jordpigernes drøm« hjá Sunleifi Rasmussen frumframført.
Eisini føroyska 80’ara-orkestrið Plúmm, ið spældi við donsku legenduni Holger Laumann, verður at hoyra á festivalinum. Stóru konsertirnar verða í Høllini í Norðurlandahúsinum. Umframt hettar fara jazz-tiltøk og workshops at vera aðrastaðni í høvuðsstaðnum – í eitt nú Hvonn, SMS og Tutl-handlinum.
14. oktober: Lars Jansson Trio og Plúmm
15. oktober: Mezzoforte
16. oktober: Weekdays við Teitur