Annika Olsen, Landsstýriskvinna í almannamálaráðnum
------
Í lesarabrævi fyri vikuskifti sigur Heðin Mortensen seg aldrin hava upplivað slíkar atfinningar, ella lortabyttu sum hann tekur til, í sínum langa politiska lívi, sum hann fekk frá mær. Eg má bara minna borgarstjóran á, at tað var hann sum leyp á meg í lesarabrævi 12 okt. við grovum ákærum móti mær og um sparingar á eldraøkinum, sum ikki hevði hald í veruleikanum. Hesum ákærum vísti eg aftur í mínum aftursvari, løgið var annað.
31 mió í nýggjum raðfestingum á eldraøkinum í Tórshavn
Borgarstjórin fílist á manglandi raðfestingar á eldraøkinum í fíggjarlógini. Gamalt var at taka til, at “ringt er eyga, sum onki gott kann sjá”. Tað er altíð lætt at fílast á og vera atfinningarsamur. Hetta skal tað sjálvsagt vera rúm fyri í einum fólkaræði, men tað sum harmar meg almikið er, at borgarstjórin í øllum sínum kritikki “gloymir” at nevna, at Tórshavnar kommuna hevur fingið hægstu fíggjarligu raðfesting á eldraøkinum á fíggjarlógini 2013. Talan er um eina nýggja raðfesting á áleið 31 mió. brutto, sum eru settar av á fíggjarlógini til nýggja Boðanesheimið svarandi til 64 nýggj búpláss, og talan er altso um 31 mió kr á hvørjum ári. Tað er nevniliga landið, sum rindar 100 % av rakstrinum av Boðanesheiminum. Somuleiðis hevur landið veitt Tórshavnar kommunu eitt studningalán til sjálva íløguna áljóðandi 44,8 mió kr.í 2009. Hesa raðfesting umframt nýggjar raðfestingar til onnur nýggj ellis og røktarheimini í Vestmanna og Klaksvík hevur landið megnað at framt uttan at hækka skattin og hækka játtanarkarmarnar.
Men rætt skal vera rætt, Tórshavnar kommuna hevur eisini verið við til at fíggja heimið. Kommunan hækkaði skattaprocentið í tí sambandi, nakað sum ikki hevur verið vanligt tá aðrar risastórar íløgur eru gjørdar í kommununi.
Borgarstjórin nevnir í síni grein ymsar ætlanir á Boðanesheiminum. Til hetta er siga, at eg fegnist um at kommunan hevur skilagóðar og framskygdar ætlanir á eldraøkinum. Tað er tó skeivt og ósatt, tá borgarstjórin sigur, at eg havi steðgað ætlanunum hjá kommununi.
Eg velji at síggja møguleikar við menning innan eldrarøktina framyvir, heldur enn forðingar her og nú. Eisini eru møguleikar innan givnu karmar. Ætlanin er, eins og á øðrum røktarheimum í landinum, at ein partur av búplássunum verða brúkt til umlætting. Sostatt er møguligt at skipa umlætting- og endurmenning (samdøgursrehabilitering) við verandi játtan, sum eisini inniheldur tilboð um ergo- og fysioterapi.
Boðanesheimið verður eisini bygt soleiðis, at tað í framtíðini ber til at skipa bæði eitt tilboð til dement og dagtilhald. Sostatt ber til framhaldandi at menna og útbyggja tilboðið á Boðanesheiminum í tráð við fíggjarligu karmarnar. Hetta er avgjørt ætlanir íð liggja í kortunum, hóast tað tíverri ikki var møguligt at fáa eina serstaka demensdeild innan verandi karmar í 2013.
Eitt eru eg og borgarstjórin samd um, at vit eiga at fara fyribyrgjandi til verka, og tí fegnist eg um, at landsstýrið hóast sera trongar fíggjarligar karmar, hevur raðfest eina mió á fíggjarlógina til eitt dagtilhald afturat í Føroyum fyri dement, sum fer at koma 10-12 fólkum við demens og teirra familjum til góðar.
Leggja stríðsøksirnar
Góði Heðin, vit bæði hava havt eitt gott samstarv líka aftur í 2004 og lat okkum halda fast um tað, heldur enn at liggja og keglast í bløðunum. Tað liggja ovurstórar avbjóðgingar fyri framman, og tað er líkt til, at vit hóast alt eru samd um virðispolitisku kósina á eldraøkinum , hóast allir lutir kring útleggingina av eldraøkinum ikki eru avgreiddir enn. Lat okkum finna góða samstarvsandan aftur, teimum eldru at frama.