Tórshavn Marathon – eitt altjóða brand

Tórshavn Marathon hevur fingið eitt gott umdømi uttanlands. Aftur í ár hava nógvir útlendingar melda seg til kappingina. Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum fegnast um góðu gongdina

Spurdur um hvat tað hevur at siga fyri Bragdið, at hava eina so stóra altjóða heimliga avbjóðing, sum Tórshavn Marathon, er formaður felagsins, Fríðrikur Bláhamar iva­leysur:
– Sigast má, at fólk eru sera spent uppá Tórshavn Marathon, og fólk eru framúr hjálpsom, tá tað kemur til Tórshavn Marathon. Hetta gevur eitt serligt samanhald í felagnum. Vit uppliva, at summi fólk veruliga traðka til og taka ábyrgd, og tað er gott hjá mær at vita, sum formanni, at ein stendur ikki einsamallur við øllum fyrireikingunum, greiðir ein fegin formaður frá.

Kappingin er viðurkend
Fríðrikur Bláhamar fegnast eisini um viðurkenningina, sum Tórshavn Marathon hevur fingið uttanfyri landoddar okkara.
– Ein kann siga, at kappingin er altjóða viðurkend. Teinurin á mara­thonrutini er máldur av einum ser­frøðingi á økinum. Fríðrikur kann eisini fegnast um mongu til­meld­ingarnar til Tórshavn Marathon utt­an úr heimi.
– Talan hevur verið um ein stríðan streym av tilmeldingum frá út­landinum. Talan er um til­meld­ingar úr Póllandi, Noregi, Danmark, Italia og øðrum londum við.

Nakrir ganga aftur
Fríðrikur kann eisini staðfesta, at tað eru rennarar, sum hava verið við á hvørjum ári.
– Vit hava tveir rennarar, sum hava verið við til Tórshavn Marathon á hvørjum ári. Tað eru Hans Birgir »Bigge« Hansen í Havn, og Sigurd Justinussen av Argjum, og tað er ógvuliga hugaligt at síggja.
Vit hava eisini onnur, sum hava verið við til kappingina 5-6 ferðir. Eirikur Hansen, sum hevur vunn­ið kappingina áður, verður við fyri fimtu ferð. Hesi fólkini hava Tórs­havn Marathon, sum eitt mál, og tað er hugaligt at síggja, fortelur ein fegin formaður í Bragdinum.

September riggar væl
Spurdur um tað riggar væl at hava Tórshavn Marathon fyrst í sep­tember, svarar Fríðrikur:
– Veðrið er ofta gott hesa tíð­ina, og undanfarnu árini hava vit verið heppin við veðrinum. Fyri­munurin við venjingini til Tórs­havn Marathon er, at ein hevur summ­arið at venja í. Tá er ljósasta tíðin, og ein fær farið seinni av húsum at venja. Um vit taka Keyp­mannahavn Marathon, sum er í mai, so má ein tá venja frá jólum og frameftir, so har er ein avgjørdur fyrimunur við Tórshavn Marathon.
Fríðrikur avdúkaði mánadagin, at tá høvdu 110 fólk melda seg til heilt og hálvt maraton. Tað er á leið sama tilmelding, sum hini árini, men Fríðrikur veit av royndum, at fleiri fara at melda seg til komandi dagarnar.

Verða á torginum í SMS
Bragdið fer at hava ein bás á torg­inum í SMS hesa vikuna, og har ber eisini til at melda seg til at renna heilt ella hálvt marathon. Til ber eisini at melda seg til heilsu­renn­ing ella at ganga ein tein. Ofta tá tey fyrstu møta á torginum í SMS, fyri at fáa startnummarið til marathon­kappingina, tá fáa onnur brell, og tekna seg til kappingina í seinastu løtu.

Bilfríur teinur
Ein afturmelding, sum Fríðrikur ofta fær frá útlendskum lut­tak­ar­um er, at hesi fegnast stórliga um, at tey kunnu sleppa at renna mara­thon á einum bilfríum teini.
Hesir útlendsku rennararnir njóta at »eiga« vegin, tá tey renna Tórs­havn Marathon. Komandi ár hevur Tórshavn Marathon 10 ára jubileum. Tað sum byrjaði sum ein dreymur er vorðið eitt stórt aktiv fyri renningina í Føroyum, og sam­stundis eitt sera gott PR fyri Tórs­havnar bý.
Tað grør um bæði gangandi og rennandi fót í Bragdinum, har tey útinna eitt bragd hvørja ferð tey skipa fyri Tórshavn Marathon.