Tórshavnar Býráð bryggjar sjálvt

Tað er eitt undantak, at Tórshavnar Býráð fylgir galdandi lóg. Hetta viðgongur tekniski stjórin á býráðnum, Marius Müller. Samstundis bendir einki á at mannagongdin skal broytast. Boðini koma í sambandi við, at eg hevði biðið um innlit í eitt mál, sum býráðið hevur viðgjørt.

Ein og hvør hevur rætt til innlit í fyrisitingina, og harvið eisini virksemið hjá kommununum. Hetta er ásett í løgtingslóg nr. 133, frá 10.06.1993. Tað var henda rættin eg vísti til, tá eg tíðliga í vár bað um innlit í eitt byggimál, sum graml hevur verið um, ikki var sum tað átti. Eg trúgvi ikki leysasøgum, og tí vildi eg hava sjón fyri søgn.

Eg frætti einki frá býráðnum í longri tíð, men í summar fekk eg tó við tógvi stríð útflýggja eitt skjal. Hetta eina skjalið kundi tó hvørki vátta ella avsanna nakra leysasøgu, og eg bað tí beinanvegin um at fáa øll skjøl í málinum send, soleiðis sum lógin um innlit heimilar. Rúm tíð gekk og eg hoyrdi einki aftur. Fyri uml. einum mánaði síðani sendi eg so enn eitt bræv til býráðið og hótti nú við at fara til Landsstýrið við málinum, um eg ikki fekk tær sømdir eg havi rætt til.

Í dag fekk eg so bræv frá Tórshavnar Býráð. Í brævinum var, saman við skjølum í ólukku byggimálinum, skrivið frá Mariusi Müller, har tað stendur, at býráðið hesa ferð, sum eitt undantak, hevur valt at fylgja lógini um innlit, og tískil útflýggjar mær umbidnu skjølini.

Eg veit ikki, hvussu onnur hava tað, men eg verið altíð illgrunasamur, tá fólk ikki vilja svara mær uppá okkurt eg spyrji tey um. Men hesum er helst einki løgi í. Tá pápin spyr sonin hvar hann hevur verið, og sonurin antin als ikki svarar, ella svarar illa aftur: ?Tað rakar ikki teg? ella ?Tað sigi eg ikki fyri tær?, ja so er gitin gáta. Drongurin hevur verið onkustaðni, sum hann ikki skal. Hví skuldi hann annars dult fyri hvar hann hevur verið?

Tað er eyðsæð, at um samskiftið ímillum feðgarnar verður merkt av, at sonurin hevur loyndarmál fyri pápanum, so verður so sum so við opinleikanum ímillum teir báðar. Sonurin roynir at krógva sannleikan fyri pápanum, og pápin roynir kanska at lumpa sonin til at fortala seg. Tá teir báðir nú ikki kunnu líta á hvønn annan, so verður trupult hjá teimum at vera felags um nakað.

Opinleiki er fortreytin fyri áliti ímillum fólk. Og álit er fortreytin fyri samstarvi. Tað átti at verið rættiliga sjálvsagt at almennir myndugleikar samstarvaðu við borgarnar. Men soleiðis er tíverri ikki í Føroyum. Royndir vísa, at almennu myndugleikarnir hava tað best, tá teir sleppa at virka í loyndum. Eingin má vita hví hasin fekk byggiloyvi og hasin ikki. Eingin má vita, hví hasin slapp at festa garðin og hasin ikki. Eingin má vita, hví hasin bleiv stjóri og hasin ikki. Dømini eru frá so ymiskum stovnum sum Tórshavnar Býráð, Føroya Jarðarráð og Arbeiðsloysisskipanini. Og spyrt tú so, hví tú einki kanst fáa at vita, so fært tú heldur einki svar. Hvat skal ein tá annað enn illgita?!

Tað skal sigast, at omanfyri nevndu stovnarnir eftir drúgva togan, og í tveimum førum kærur til Føroya Landsstýrið, útflýggjaðu hvør sín dunga av skjølum. Men tað tyktist mest vera fyri at siga: ?Og halt so kjaft!?. Tí felags fyri skjølini er, at tey ikki geva svar uppá teir tveir avgerandi spurningarnar: 1) Hvat er farið fram? 2) Hví er avgerðin tikin? Tað ber við øðrum orðum ikki til at gera sær eina mynd av tí einstøku málsviðgerðini út frá teimum útflýggjaðu skjølunum. Í staðin liva leysasøgurnar sítt fríska lív, og undirgrava møguleikarnar hjá myndugleikunum at virkað effektivt. Hví skulu tú og eg vera trúgv ímóti tí, sum almenna fyrisitingin áleggur okkum, tá vit ikki kunnu fáa trygd fyri um nakað skil er á arbeiðslagnum hjá fyrisitingini?

Støðan má broytast, tí hon er ódemokratisk. Embætisfólkini mugu fáast at skilja, at tey eru til fyri borgaran og ikki øðvugt. Ein máti er at seta ein løgtingsins umboðsmann, sum kann hava eftirlit við fyrisitingini. Umboðsmaðurin er eitt bolverk ímillum borgaran og fyrisitingina, og hann hevði við teimum røttu heimildunum kunna tryggja borgarunum eina rættvísa og rímiliga viðferð.

Síðst men ikki minst kundi umboðsmaðurin verið við til at tryggja, at heimagjørdu lógirnar hjá Tórshavnar Býráð blivu skiftar út við tær, sum Føroya Løgting hevur samtykt.


18.11.1999

Jóanes N. Dalsgaard