Tórshavnar Býráð vil taka føðingardagsgávu aftur

Tórshavnar Býráð hevur brúk fyri meiri plássi til umsitingina. Spurningurin er um nýggjur bygningur í fimm hæddum skal byggjast á parkeringsøkinum ímillum Hotel Tórshavn og gamla posthúsið í miðbýnum, har sølubúðirnar eru, ella um nýggjur bygningur skal byggjast á fríøkinum eystanfyri Norðurlandahúsið, men so má býráðið fyrst taka eina føðingardagsgávu aftur

Tórshavnar Býráð hevur harðliga brúk fyri einum nýggjum umsitingarbygningi.

Men hvar skal hann vera?

Hetta var tann stóri spurningurin á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið.

Fyribils hava serliga tvey pláss verið upp á tal til ein nýggjan umsitingarbygning.

Ein møguleiki er at byggja hann á parkeringsplássinum ímillum Hotel Tórshavn og gamla posthúsið í miðbýnum, har sølubúðirnar nú eru. Á hesum plássinum kann byggjast ein bygningur í fimm hæddum upp á 3000 fermetrar tilsamans og her fæst sostatt pláss fyri 120 starvsfólkum.

Men hendan møguleikan hevur ein meiriluti í býráðnum atkvøtt ímóti.

Hin møguleikin er at byggja ein bygning á fríøkinum eystanfyri Norðurlandahúsið og her kann byggjast ein umsitingarbygningur upp á 5000 fermetrar til eini 150 starvsfólk.


Fekk øki í føðingardagsgávu

Umsitingin hjá býráðnum heldur, at økið ímillum rundkoyringina við Sundsvegin og Norðurlandahúsið, er besta staðið at byggja ein umsitingarbygning á.

- Økið er miðskeiðis í býnum og tætt við góðar møguleikar at koma og fara við bussi, bili, súkklu og til gongu, sigur umsitingin.

Tí mælir umsitingin býráðnum til at samtykkja, at nýggjur umsitingarbygningur verður bygdur har.

Men tað er ein lítil krúlla málinum, sum býráðið fyrst má greiða, áðrenn nakað kann gerast

Og tað er, at tá ið Norðurlandahúsið fylti 10 ár, handaði borgarstjórin í Havn, Lisbeth Petersen, Norðurlandahúsinum eitt friðingarbræv sum tryggjar, at slættin í millum Norðurlandahúsið og Sundsvegin skal vera fríøki, sum ikki kann rørast uttan at báðir partar eru samdir um tað.

Ì hesum sambandi hevur umsitingin hjá býráðnum mælt býráðnum til at taka upp samráðingar við Norðurlandahúsið um at avlýsa friðingina, so at umsitingarbygningur kann byggjast á stykkinum.

Umsitingin mælir eisini til at seta 800.000 krónur av í ár til at fyrireika eina byggi- og kappingarskrá, og at útskriva kapping prosjektið.

Byggi-og býarskipanarnevndin hjá býráðnum, tekur undir við ætlanini og figgjarnevndin tekur somuleiðis undir við, at staðseta bygningin við Norðurlandahúsið.


Taka gávuna aftur

Orðaskiftið í býráðnum í gjárkvøldið, vísti, at tað er alt annað enn semja í hesum máli og at býráðið gongur í minst tveimum bólkum

Fleiri býráðslimir vístu á, at hetta var tað sama sum at taka føðingardagsgávuna aftur og tað kundi ikki koma upp á tal, tí eina føðingardagsgávu eigur man ikki at taka aftur

Heðin Mortensen vísti á, at ætlanin hevur verið umrødd við Norðurlandahúsið og har taka tey væl undir við tankanum, tí Norðurlandahúsið kann eisini fáa góða nyttu burtur úr eini slíkari bygging, ikki minst hvat parkeringsplássum viðvíkur.

Hann vísti á, at verður nýtt hús bygt við Norðurlandahúsið, ber til at selja allar umsitingina hjá kommununi í miðbýnum fyri einar 30-40 milliónir.


Sól og skuggi

Jan Christiansen og aðrir býráðslimir, vístu á, at umsitingin hjá býráðnum eigur at vera í miðbýnum og hann mælti til at kanna møguleikarnar at byggja ímillum Hotel Tórshavn og gamla posthúsið.

Víst varð á, at tá ið býráðið á sinni vrakaði hendan møguleikan, var tað tí, at ein bygningur í fimm hæddum skuldi skugga so illa fyri sólini á vaglinum, at tað var mett at vera óheppið.

Men víst var á, at metingar vísa, at tað er ikki rætt, tí tað ber væl til at byggja ein slíkan bygning, sum ikki skuggar meir enn bygningarnir gera, sum nú eru.

Hildur Eyðunsdóttir mælti staðiliga frá at byggja á parkeringsplássinum ímillum Hotel Tórshavn og gamla Posthúsið.

Hon vísti á, at arbeitt verður við at gera Tórsgøtu til eina mentanargøtu og í hesum sambandi sær hon fyri sær, at parkeringsplássið verður gjørt til eitt uttanduratorg, sum kann verða ein perla í mentanargøtuni, sum eisini man vera tað staðið í Havnin, sum hevur ein tann besta sólargangin.

Býráðslimir vístu á, at nógv harmast um, at miðbýurin er alt ov deydligur, men verða tey stórthundrað skrivstovustørvini hjá býráðnum eisini flutt burtur, verður tað uppaftur meiri deydligari í miðbýnum og at fáa meiri lív í miðbýin er ikki minsti trupulleikin í hesum máli.










.