Tórshavnar Havn viðhald frá Yvirfriðingarnevndini

Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest, at rampi og grót, sum er lagt út á havnarlagnum á Oyrareingjum, verður liggjandi Yvirfriðingarnevndin hevur tikið støðu til ósemju millum friðingarnevndina í Streymoyar sýslu og Tórshavnar Havn. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Tað var Tórshavnar havn, sum kærdi avgerðina hjá Friðingarnevndini í Streymoyar sýslu um, at steðga arbeiðinum á Oyrareingjum.

Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu kravdi, at arbeiðið at gera eina atløgusíðu skuldi steðgast, tí farið er 25 metrar út um tað, ið friðingarmyndugleikin upprunaliga gav loyvi til. Men í Yvirfriðingarnevndini er semja um, at framda broytingin kann verða loyvd, og tí er eingin orsøk at krevja, at ífyllingin verður beind burtur.

Á ástaðarfundinum varð Yvirfriðingarnevndin tó varug við, at havnarøkið á Langasandi í Kollafirði verður nýtt at goyma burturgrivið tilfar á. Yvirfriðingarnevndin gjørdi av at biða Tórshavnar Havn vera fyrivarna í sambandi við hesa goymslu. Um Yvirfriðingarnevndin sipar til nakað ávíst, stendur einki um í niðurstøðuni, sigur Kringvarpið.