Ein orsøk til, at so striltið hevur gingið at minka um alsamt vaksandi tørvin á stovnsplássum til børn undir skúlaaldur í Tórshavnar kommunu, er, at skal eitthvørt nýtt setast á stovn, er ikki nóg mikið, at kommunan játtar pening. Landið skal geva sína tilsøgn og harvið játtan. Hetta hevur tarnað mongum skilagóðum hugskoti, sum hevur havt til endamáls at útvega fleiri pláss, og tí hava fleiri kommunalpolitikarar í størstu kommununi í Føroyum ikki dult fyri, at teir ynsktu økið yvirtikið.
Útspælið frá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum í summar fer kortini ikki at gera tað lættari hjá kommununi at umsita økið einsamalt. Verður ætlanin sett í verk, fer tað at kosta kommununi 15 mill. krónur meiri um árið at umsita økið einsamøll, og tá verður trupult at seta nakað nýtt í verk.
Felagið fyri Foreldur at smábørnum í Havn, ið síðani endurstovnan fyri tveimum árum síðani, hevur strongt á avvarðandi myndugleikar um at arbeiða meiri miðvíst við at útvega fleiri stovnspláss, er sera ónøgt við ikki at vera spurt eftir í hesum sambandi.
- Hóast kommunan fegin vil yvirtaka barnaansingarøkið, loyva vit okkum at ivast í, um hon hevur neyðuga førleikan. Kommunan eigur, áðrenn hon yvirtekur eitt nýtt øki, fyrst og fremst at seta seg inn í, hvussu ein almenn fyrisiting virkar við hartil hoyrandi lógum og kunngerðum, sigur Bryndis á Dunga, forkvinna í Foreldrafelagnum.
Aftur ein kæra
Forkvinnan í Foreldrafelagnum vísir á, at Tórshavnar kommuna higartil ikki hevur megnað at fyrisitið eftir galdandi lógum, tá ið tað ræður um barnaansingarøkið.
- Tá ið størsta kommunan í landinum haltar so illani í so máta, hvussu verður tá við hinum kommununum, spyr Bryndis á Dunga.
Sum dømi vísir forkvinnan í Foreldrafelagnum á, at hóast tað stendur beinleiðis í fyrisitingarlógini, at foreldur eiga at fáa svar um, nær tey kunnu vanta pláss til børn síni, verður hetta ikki fylgt í umsitingini. Somuleiðis setti kommunan í fjør í gildi kontantstuðul til foreldur at børnum undir eitt ár og sum onga ansing høvdu, uttan at hetta var heimilað í lóg.
Kommunala eftirlitið hevur aftur fingið kæru frá foreldrum, ið meta, at Tórshavnar kommuna handlar uttan heimild. Henda kæran snýr seg um, at foreldur at børnum í dagrøkt hava fingið skriv um, at kommunan hækkar gjaldið í dagrøktarskipanini fyri øll børn undir trý ár við 30 prosentum og fyri børn eldri enn trý ár við 5 prosentum.
- Hetta verður gjørt hóast tað er ásett í kunngerð nr. 6 frá 25. jan. í 1995 grein 2, stk 2 um gjaldstreytir fyri dagstovnar og dagrøkt, at gjaldið skal vera tað sama fyri øll børn í eini dagrøktarskipan, sigur Bryndis á Dunga.
Royndartíð
Nevndin, sum tilevnaði álitið um nýggjan kommunubygnað í Føroyum, mælir til, at kommunurnar yvirtaka ansingarøkið, men at best er fyrst at gera eina royndartíð.
- Hetta hava tey, ið hava gjørt álitið til Almanna- og heilsumálastýrið um barnaansing, ikki tikið atlit til. Ongar framrokningar eru gjørdar, sum taka hædd fyri bíðilistanum, har 400 børn standa. Vert er at leggja til merkis, at fleiri kommunalpolitikarar hava gjørt viðmerkingar til álitið, og flestu teirra ávara staðiliga ímóti, at barnaansingin verður løgd út til kommunurnar. Givið er, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum sleppur sær undan ábyrgd við at lata kommunurnar yvirtaka ansingarøkið, sigur Bryndis á Dunga.
Verður ætlan landsstýriskvinnunnar sett í verk, letur ikki til, at Tórshavnar kommuna fer at hava møguleika fyri at útvega fleiri stovnspláss, sum hon annars ætlar.
- Álitið vísir, at við verandi plássum íresta 15-20 mill. krónur. Kommunan hevur sostatt ongan møguleika fyri at halda tað, sum hon longu hevur lovað, nevniliga at útvega 30 ansingarpláss um árið, til trupulleikin er loystur. Og tá koma nýggi stovnurin í Vesturbýnum, keyp av sethúsum á Argjum til barnagarð, og nýggjar uppíbyggingar afturat. Alt í alt verður rokningin trý ella fýra faldað. Vit kunnu bara spyrja, hvaðani pengarnir skulu koma, sigur Bryndis á Dunga.
Foreldrafelagið mælir tí til, at barnaansingin verður verandi ein landsuppgáva sum støðan er nú.
- Tað kundi kanska verið ein fyrimunur í framtíðini at lagt økið út til kommunurnar at umsita, men við eini tillagingartíð. Viljin sær í øllum førum út til at vera størri kommunalt enn landspolitiskt. Tað skal bara prógvast í verki.