Tórshavnar kommuna keypt bygningin

- Hetta er ein fyribils loysn, nú vit eru í trongstøðu við fyrisitingini av kommununi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Søla

 

Fyrisitingin av Tórshavnar kommunu er spjadd ymsastaðni í Havnini, og hetta er ikki nøktandi fyri ta tænastu, sum kommunan eigur at veita sínum borgarum.

Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Vit hava nú keypt bygningin í Fr. Petersensgøtu, har Advokatskrivstovan húsast. Men hetta er bara ein fyribils loysn. Ætlanin er at flyta ein part av fyrisitingini í hendan bygningin um mánaðarskiftið juli/ august, men enn hava vit ikki tikið endaliga avgerð um, hvør partur fer út í Fr. Petersensgøtu.

Borgarstjórin sigur, at hann hevur ikki keypsupphæddina í høvdinum, nú vit høvdu hann í telefonini í morgun, men hann heldur, at prísurin liggur um 6-7 miljónir krónur.

- Vit eru í trongstøðu við fyrisitingini, sum í dag er á eini átta ymiskum støðum. Hetta er ikki nøktandi fyri borgararnar.

Heðin Mortensen sigur, at tá endalig greiða er fingin á, hvar ein samlað fyrisiting av kommununi skal verða, verða fleiri bygningar, sum Tórshavnar kommuna eigur, seldir.

- Málið hjá okkum er at savna alla fyrisitingina av kommununi undir sama tak, sigur borgarstjórin.