Tórsvøllur ger góðan mun

Peningarøkilin hjá HB er uttan iva fegin um, at heimadystirnar í europeiskum høpi nú verða leiktir á Tórsvølli

Nógv hevur verið skrivað og sagt um Tórsvøll, síðani ætlanin av fyrstan tíð sá dagsins ljós, og ikki alt av hesum hevur verið líka positivt.


Fegin kassameistari

Ein er tó, sum uttan iva er fegin um nýggja vøllin, og tað er peningarøkilin hjá HB.

At heimadystirnir hjá HB í europeiskum høpi verða leiktir á Tórsvølli heldur enn á Svangaskarði, hevur í øllum førum við sær, at nakað væl meira av peningi streymar niður í kassan hjá vertunum.


50.000 eyka í kassan

Tá HB undanfarin ár leikti sínar dystir á Svangaskarði, vóru kanska um eini 300 fólk og hugdu, og av hesum mundu einir tveir triðingar hava fingið ymissløg av fríbillettum, soleiðis at tað einans mundu vera um 100 gjaldandi áskoðarar.

Til dystin sunnudagin móti Lombard FC, vóru á leið eitt túsund fólk og hugdu at, og um talið av ókeypis atgongumerkjum, sum verða latin sponsorum og øðrum, verður drigið frá, eru framvegis 800 fólk, sum hava goldið fyri at síggja dystin.

Tað vil við øðrum orðum siga, at HB man fáa góðar 50.000 kr. meira burtur úr at spæla á Tórsvølli, enn teir høvdu fingið á Svangaskarði, og hetta man helst metast eitt plástur á sárið, eftir ítróttarligu avbukingina sunnudagin.


Nú sæst munur á

Annars er tað hugaligt at síggja, hvussu Tórsvøllur sjálvur er við at taka skap nú.

Asfalt er nú lagt á kring vøllin, og trappur og áskoðarapláss framman fyri komandi FSF húsið eru nú eisini komin upp á pláss.

Liðugur er vøllurin tó langt ífrá, men hóast alt røkist nú fyri, at vøllurin og kringstøðurnar eru um at taka skap, soleiðis at alt økið ikki longur er sum eitt byggjpláss á at líta.

Enn eiga føroysk lið tó fyrsta sigurin á vøllinum til góðar. Nær hesin fer at koma er ilt at siga, men fyri føroyskan fótbólt er at vóna, at hesin ikki letur bíða alt ov leingi eftir sær.;la við B71.

Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard