DSF (frælsur ítróttur) hevur verið við í Tórsvallarætlanini frá byrjanini og tók fult undir við uppskotinum, sum varð víst alment fram í listaskálanum fyri trimum árum síðani.
Hendan ætlan hevur stóran áhuga hjá frælsa ítróttinum í Føroyum, tí henda ætlan fevnur um, umframt ein grasvøll, eina rennibreyt og onnur høli, sum allur ítróttur hevur áhuga í. Her hugsi eg um tey vanaligu og alt ov smáu hølisviðurskifti í ÍSF-húsinum í Gundadali.
Nevndin sum Tórshavnar býráð setti til at útvega pening til Tórsvallarprojektið er nú komin við einum uppskoti, sum ikki hevur nakað við upprunaætlanina at gera og ivasamt er, um býráðið og Landstýri hava játtað pening (30 % hvør partur) til annað enn upprunaætlanina.
Ætlanin, sum er nevnd í Sosialinum 3. november 1998, lýsir bert tørvin hjá tveimum bóltfeløgum í Tórshavn fyri einum grasvølli. Frælsur ítróttur er nevndur sum triði og síðsti partur av ætlanini. Eg kenni ikki umsóknina viðvíkjandi hesum alternativa »Tórsvølli«, sum skal viðgerast á býráðsfundi 5. november1998, men eg havi frætt, at umsóknin fevnir um eitt loyvi til at gera útgravingararbeiðið til grasvøllin og áskoðarapláss.
Eg heiti á býráðslimirnar og landsstýrismann innan hetta økið um at gera sítt til, at grivið verður út fyri eini rennibreyt samstundis. Grótið kann brúkast til ætlaðu havnaútbygging.
Samstundis vil eg takka býráðnum fyri økið, ið er gjørt til frælsan og annan ítrótt við Eysturskúlan. Kastigreinirnar innan frælsa ítrótt hava nú fingið rímiligar umstøður í Føroyum.
Langt er á mál áðrenn vit eru á sama støði sum grannalond okkara innan frælsan ítrótt, men kemur rennibreytin ikki í samband við einari landsstadionætlan í Tórshavn, verður vónleyst at menna hesa ítróttargrein.