Tørvur á køling

Hóast talan er um fleiri negativ signal í seinastu frágreiðingini, so heldur landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, ikki, at ávaringalampurnar eru blóðreyðar.

- Fyrst og fremst, so ger altjóða støðan, at ivamálini í dag eru størri, enn tey vanliga hava verið. Hartil hava vit í eina tíð havt ein óvanligan búskaparvøkstur við øktum fiskaprísum, øktari privat-nýtslu og øktari almennari nýtslu.

- Tí hevur búskapurin faktiskt verið ov heitur, og ein køling nú er tí góð fyri okkum, sigur Sigurd Poulsen.

- Tosað vit um framtíðina, so er óvissan tó hampuliga stór. Tað kann ikki roknast við, at privatu húsarhaldini økja meira um sína nýtslu. Partvíst tí rentan er økt, og partvíst tí fíggjarstovnar helst verða varnari við sínum lánitilboðum.

- Og hjá tí almenna eru eisini langsiktað mál at taka atlit til. Ikki minst er tað kravið um at fíggja eitt framtíðar samfelag, har vit gerast fleiri og fleiri eldri. Tí noyðist landið at leggja meira pening til síðis, og tað avmarkar sjálvandi møguleikarnar at stimbra um búskapin, tá niðurgongd er í hesum, sigur Sigurd Poulsen.