Mánadagin vístu vit á, at tann órógv, ið er á samgonguni, setur stór krøv til samgonguleiðsluna. Tað er einki óvanligt, at samgongulimir, eisini landsstýrisfólk markera seg og eru ósamd. Men alt skal vera við máta. Undir truplum umstøðum er sera óheppið, at klandur millum flokkar og einstakar samgongulimir elvir til atgerðarloysi. Hetta er serstakliga galdandi, um útlit eru til búskaparligar trupulleikar. Tann stóra kreppan var ein stórur skelkur hjá øllum føroyingum. Av hesi orsøk eru fólk sera upptikin av, hvussu ein samgonga og ein samgonguleiðsla takla eitthvørt krepputekin, og hetta er væl skiljandi. Tað, ið hendi, má ongantíð henda aftur. Tað kann tí ikki annað enn undra, at samgongufólk nýta so nógva orku til ósemjur og markeringar í staðin fyri at standa saman sum ein maður.
Undir slíkum umstøðum er tað sera umráðandi , at eisini samgonguleiðslan heldur høvdið kalt og sýnir áræði og dirvi. Tað er synd at siga, at hesi hugtøk ganga fram av teimum útmeldingum, ið løgmaður í seinastuni er komin við. Í samrøðu við kappingarneytan er løgmaður opin og erligur. Hann viðgongur, at hóast búskaparligu útlitini versna dag frá degi, hevur samgongan onga strategi til tess at takla støðuna. Tað er alla æru vert, at løgmaður leggur kortini á borðið. Men samstundis er samrøðan so avdúkandi, at hon beinleiðis kann elva til óneyðugan ótta millum manna og í vinnulívinum. Hóast løgmaður roynir at vísa á glottar, kann hetta ikki fjala út yvir myndina av eini samgonguleiðslu, ið stendur at kalla ráðaleys mótvegis teimum búskaparligu trupulleikum, ið eru fyri framman. Tað einasta ítøkiliga er endurtøkan um, at tað almenna ikki fer inn við stuðuli til fiskivinnuna. Tað er skiljandi, tí tað er eingin, ið vil hava studningsbúskapin aftur. Hinvegin eigur hetta ikki at forða landsstýrinum í at hava ein vinnu- og búskaparpolitikk, ið hevur til endamáls at byrgja fyri búskaparkreppu. Rætt skal tó vera rætt. Nógv bendir á, at landstýrið hevur skilagóðar ætlanir, ið sum frálíður skulu bøta um trupulleikarnar hjá fiskivinnuni. Hinvegin sær tað út, sum landsstýrið eingi ráð veit til tess at takla aktuellu trupulleikarnar. Henda støðan krevur eina leiðslu, ið megnar at halda samgonguni saman og fáa landsstýrisfólkini til verka til tess at loysa aktuellu trupulleikarnar eins væl og skapa eina strategi fyri ein haldgóðan og burðardyggan vinnu- og búskaparpolitikk í framtíðini. Tað er sostatt ikki tørvur á uppgávulyndi, ráðaloysi og atgerðarloysi, men heldur er tørvur á áræði, ráðatøkni og virkisfýsni. Tað er tørvur á leiðslu í Tinganesi, og tað er ikki ov seint hjá løgmanni í verki at vísa, at hann megnar hesa uppgávu. Hann hevur áður sum landsstýrismaður víst síni evni at leiða undir sera truplum umstøðum. Hann hevur sostatt evnini og má sostatt eisini sýna viljan.