Klaksvík:
60 luttakarar, 235 listaverk og 1.500 vitjandi. Harvið er tørvurin á eini listaframsýning fyri ókend og minni kend listafólk staðfestur.
Hetta er niðurstøðan hjá Gunnari Nolsøe, marknaðarleiðara í Norðoya Sparikassa, sum skipaði fyri framsýningini, í sambandi við eftirmeting av framsýningini Fram í Ljósið.
Gunnar sigur, at afturmeldingarnar frá fólki hava verið sera positivar, og leggur hann dent á, at tað er sera hugaligt at skipa fyri slíkum, tá undirtøkan og móttøkan eru so góð.
Sum sagt vórðu 66 listaverk seld á framsýningini. Millum teirra vóru seks landslagsmyndir evnaðar til úr fiskaskræðu, og tær vórðu allar seldar.
Hendan framsýningin var ikki bert lokal. Av teimum 60 luttakarunum vóru 14 uttan fyri norðoyggjar.
Undirtøkan var góð, og øll sum teknaðu seg til innan evsta mark, sluppu við. Nøkur fá vóru ov sein at tekna seg, og tey fingu noktandi svar, tí undirtøkan var so góð.
Gunnar Nolsøe torir ikki at siga, um Norðoya Sparikassi aftur fer at skipa fyri eini tílíkar framsýning, men hann slær bara fast, at tørvurin hervið er staðfestur.