Tørvurin á vardum bústaðum fer bert at vaksa

Hóast tað almenna hevur gongd í nøkrum verkætlanum, ið skulu gera nýggjar vardar bústaðir, gera hesar lítlan mun í samlaðu heildini. Og um havt verður í huga, at tørvurin á vardum bústøðum bert fer at vaksa komandi árini, stendur Almannaverkið fyri stórum avbjóðingum

- Tað er ein øgilig avbjóðing, sum stendur fyri framman.

Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, um tørvin á vardum bústøðum í Føroyum.

 

Seinastu tølini frá Almannaverkinum eru frá august mánaði, og sambært teimum eru 152 fólk á bíðilistanum til vardan bústað. 22 teirra eru frammanundan í skipanini hjá Almannaverkinum og hava bústað gjøgnum Almannaverkið. Tey skulu sostatt flytast í annað búpláss, tí at núverandi búplássið ikki er nøktandi - antin tí tey hava tørv á onkrum, ið er meira umfatandi ella onkrum, ið er minni umfatandi, vísir Edvard Heen á og leggur aftrat, at øll hini 130 fólkini á bíðilistanum hava bústað uttan fyri Almannaverkið.

 

Talan er um 56 fólk við menningartarni, 52 fólk við sálarsjúku, 35 fólk við autismu og níggju fólk, ið hava seinheilaskaða, ið standa á bíðilistanum hjá Almannaverkinum til vardan bústað.

 

Ov lítið legst aftrat

Edvard Heen vísir á verkætlanina hjá undanfarnu samgongu, ið skuldi byggja nýtt barnaheim, autismuheim og tveir nýggjar vardar bústaðir aftrat á samanlagt 36 búpláss á tveimum deplum. Verkætlanin er eitt gott dømi um, at ov lítið av búplássum legst aftrat, tí í løtuni verður fyri tað mesta arbeitt við at dagføra umstøðurnar hjá teimum, ið eru í skipanini frammanundan.

Ætlanin um barnaheimið er slept, og nýggja autismuheimið, sum skal byggjast við Albert Hall á Argjum, fer ikki at økja um plássini av bústøðum, tí at teir borgararnir eru longu í skipanini frammanundan á øðrum búplássum. Autismuheimið er ein dagføring av verandi bústaðartilboði, har borgararnir verða fluttir í meira tíðarhóskandi bústað, ið hevur tær umstøður, ið borgararnir hava tørv á.

Samstundis verða heldur ikki nógv nýggj búpláss skapt í hinum báðum nýggju bústovnunum, sum skulu byggjast. Í verkætlanini eru 36 búpláss býtt út á tveir bústovnar við 18 búplássum í hvørjum. Annar bústovnurin skal eftir ætlan gerast í Reynstúni, men hann skal í høvuðsheitum húsa teimum, sum í dag búgva á Eiragarði.

Hin bústovnurin er tann, sum er á Mýruni 4 og 6 í Havn. Har eru í løtuni tveir bygningar, sum skulu skræðast niður, og ein nýggjur skal setast upp ístaðin. Talið av búplássum á Mýruni frammundan var 11, og nýggi bústovnurin fer at hava 18 búpláss.

Saman við bústovninum í Reynstúni verða millum 10 og 15 nýggj búpláss, men tað ger lítlan mun í samlaðu heildini.

- Okkara trupulleiki er nógv størri enn til tær íløgurnar, sum fyriliggja.Tær íløgurnar, sum skulu bøta um bíðilistan, tær eru ikki komnar enn, sigur Edvard Heen.

 

Tørvurin gerst størri

Á Almannaverkinum vita tey ikki nágreiniliga, hví bíðilistin er voksin so nógv seinastu árini. í 2017 vóru 104 fólk á bíðilista til vardan bústað, men tað talið er í ár komið upp á 152. Men Edvard Heen vísir til grannalond okkara sum møguliga forkláring, har stórur vøkstur hevur verið innan psykiatriska økið.

- Tað, sum vit síggja í grannalondunum er, at har er stórur vøkstur innan psykiatriina. Tað er so hjá teimum, ið hava sálarsjúku og autismu, har tað hevur verið stórur vøkstur. Hyggja vit so eftir Føroyum, so er psykiatriin uppraðfest, og fleiri hava fingið diagnosu og eru sostatt komin í skipanina hjá okkum.

Edvard Heen vísir samstundis á, at fokusið í Føroyum hevur frá 1975 til fyrst í nullunum verið menningartarn, og psykiatriin hevur ikki rættiliga verið á dagsskrá fyrr enn í teimum seinastu 15 árunum.

 

Vøksturin heldur áfram

Edvard Heen sær ikki, vøksturin í tørvi á vardum bústøðum fer at hæsa av í næstum. Heldur væntar hann, at verandi gongd heldur áfram í nøkur ár aftrat.

- Vit byrjaðu í 2018 at "screena" teir borgarar, ið eru á okkara radara, og sum eru í okkara skipan. So vit vita, hvørjir tørvirnir hjá teimum ymisku borgarunum eru, og vit vita eisini, um hvørt tey hava tørv á bústaði. Vit kunnu siga, at komandi trý til fýra árini fara at vera í øllum førum 100 fólk, sum allarhelst fara at hava tørv á vardum bústaði aftrat teimum, sum eru á listanum frammanundan.

- Hetta er ein rættiliga stórur tørvur, sum stendur og bankar á dyrnar. Almannaverkið er ikki útrustað til tær avbjóðingarnar, sum standa fyri framman, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.