Tann viðurkendi DIW-stovnurin í Berlin væntar 0,1 prosent afturgongd í týska búskapinum í ár, og at vøksturin næsta ár verður neyvan meiri enn 1,3 prosent.
Tað er minni, enn Gerhard Schrøder, kanslari, hevur sagt. Hann hevur sagt, at næsta ár verður vøksturin í týska búskapinum tvey prosent. Hann hevur kortini biðið evropeiska miðbankan lækkað rentuna uppaftur meiri, enn gjørt er. Herfyri setti bankin rentuna niður í tvey prosent, men kanslarin vil hava hana longur niður, tí hann sigur tað vera avgerandi fyri gongdina í týska búskapinum.
Týska stjórnin heldur fast um, at hon virðir avgerðina hjá ES, sum sigur, at fíggjarlógarhallið hjá limalondunum má ikki fara upp um trý prosent av bruttutjóðarframleiðsluni. Í fjør rakk Týskland ikki málinum, tí tá var hallið 3,75 prosent, og tað verður heldur ikki mett, at landið fer at røkka málinum í ár.