Tey flestu munnu hava hoyrt um mindfullness fyribrigdi, ið seinnu árini hevur vundið rættuliga uppá seg. Í Føroyum, eins væl og aðrastaðni í vesturheiminum, hoyrist alsamt meiri til skeiðir í meditatión, yoga og øðrum sinnisvenjingum. Og tað eru ikki longur bert tey, ið eru serliga spirituell, ið leita sær til hesi skeiðir, men fólk, sum annars ikki lýsa seg sum serliga religiøs, hava fingið stóran áhuga í spiritualiteti – hetta hóast talan ofta ikki er um nakran beinleiðis religiøsan spiritualitet, men sinnisvenjingar, ið kunnu dýrkast uttan nakað religiøst tilknýti.
Orsøkin til rákið man vera, at vit liva í einum sera strongdum heimi, og eftirspurningurin eftir innara friði hevur neyvan verið størri enn í dag. Samstundis eru fólk vorðin meiri heilsutilvitað enn nakrantíð áður, og heimsbúskaparkreppan og skinklandi álitið á materialismuna munnu eisini gera sítt til, at fólk leita sær skjól í nøkrum innaru virðum.
Men sálar- og læknafrøðin eru nú farin at vísa aldargomlu meditatiónssiðvenjuni, sum einamest var kend úr fjareystri, alstóran áhuga. Og niðurstøðurnar eru ikki til at misskilja. Granskingin staðfestir, at meditatiónsvenjingar kunnu niðurseta strongd, styrkja immunverjuna og sum heild økja um lívsgóðskuna. Sum kunnugt er strongd ein stór orsøk til álvarsamar sjúkur í modernaða heiminum, ikki minst høgt blóðtrýst og hjartasjúkur. Og nógvir granskarar fegnast tí um úrslitini.
Ber til at broyta seg sjálvan?
Tú ert tín heili, og tín heili er tú. Ein bunki av neuronum, og koblingum millum neuronir, ið gera teg til tann tú ert. Og klassiska tulkingin hevur verið, at aftaná at heilin var fult mentur í vaksna lívinum bar ikki longur til at broyta hann grundleggjandi. Men við hugtøkunum ”neuroplasticity” og ”neurogenesis” eru granskarar farnir at gera upp við hesa fatan. ”Plasticity” sipar til, at til ber, at broyta heilavirksemið og struktur ígjøgnum alt lívið. Heilin broytist støðugt, bæði í mun til upplivingar og innlæring, eisini í vaksna lívinum, hann er einfalt gjørdur til at tillaga seg. ”Neurogenesis” sipar til, at nýggjar neuronir vera skaptar, eisini ígjøgnum vaksna lívið.
Amerikanski professarin í sálarfrøði og rithøvundin at bókini ”brain lock”, Jeffrey M. Schwartz, argumenterar fyri, at vit eru við at fara frá, at síggja tankar sum offur fyri einum fastløstum materiellum heila – tvørturímóti – sigur hann, eru hugsanirnar sjálvar við at fáa ein meiri sjálvstøðugan leiklut í hugaheiminum hjá granskarum, boðini eru, at hugsunnarháttur setir síni fysisku spor í heilanum. Og boðini frá Jeffrey M. Schwartz, eins og fleiri øðrum granskarum er, at meditatión júst er eitt amboð til at broyta heilan við. Niðurstøðan er, at likam og sinni hanga neyvt saman.
Donsku heilagranskararnir Peter Vestergaard-Poulsen og Andreas Roepstorff hava samanborið heilarnar hjá fólki, sum hava mediterað leingi, og heilarnar hjá fólki, sum ikki eru von við at meditera, við at brúka heilaskanningar. Niðurstøðan var, at hjá fólki sum høvdu mediterað leingi var meiri gráur substansur í frontala cortex í heilanum, eins og í heilabarkinum. Við øðrum orðum var slóðbrótandi niðurstøðan, at meditatión hevði sett fysisk spor í heilanum. Frontala cortex er økið í heilanum, har vit skipa okkara tankar, tilvitsku og fokus. Ímeðan heilabarkurin er tann parturin, ið stýrir eitt nú andadrátti og hjartarútmu.
Og tað er júst hetta, meditatión skal hjálpa okkum við – við at menna frontala cortex ber til at hava økta tilvitan og fokus, og við at ávirka heilabarkin, ber til at niðurseta strongd og ov høgt blóðtrýst. Sostatt tykist niðurstøðan vera, at meditatión er eitt amboð, ið gevur okkara møguleika fyri at ávirka okkara egnu tilveru grundleggjandi.
Tí skulu vit meditera
Herbert Benson, hjartalækni á Harvard Medical School, var ein av teimum fyrstu, sum læknavísindinaliga royndi at granska meditatión. Hansara gransking av meditatión kring allan heim staðfesti, at fysiologisku árinini av meditatión vóru nøkunlunda eins allastaðni. Sum heild mátaði Herbert Benson, at alt frá blóðtrýsti og pulsi til evnaskifti og andadrátt fall tá fólk mediteraðu. Og tulking hansara var, at hesi árin kundu skoðast sum eitt slag av beinleiðis andsøgn til strongd.
Strongd hevur sum kunnugt júst tað øvugtu ávirkanina, og verður í dag mett at vera ein stór og beinleiðis deyðsorsøk, sum styttir lívitíðina hjá mongum í stórum pørtum av modernaða heiminum. Men við at finna ein náttúrligan hátt at niðurseta strongd, kunnu nógvir heilsufrøðiligir fyrimunir finnast, tí at strongd hevur beinleiðis negativa ávirkan á immunverjuna og ger fólk meiri heilsuliga viðbrekin. Megna vit at seta strongdina niður, styrkja vit eisini immunverjuna og nátúrliga skjøldurin hjá likaminum ímóti alskyns sjúkum. Boðskapurin hjá Herbert Benson er tí, at meditatiónsvenjingar eiga at gerast størri partur av siðbundnu læknavísindini.
Samanberandi granskingin hjá Harvard læknanum av meditatiónsháttum kring allan heim hevur avdúkað, at hóast óteljandi meditatiónshættir eru til, so hava allir tvey felagseyðkennir: Endurtøkur og flutt fokus frá gerandis hugsanum yvir aftur á endurtøkuna. Eitt nú taka nógvir meditatiónshættir útgangsstøði einføldum í andadráttsvenjingum, ið eru ein einfaldur háttur at finna eina endurtøku og støðugt fokus. Ein onnur niðurstøða er, at tess fleiri meditativar venjingar fólk gera, tess betri úrslit.
Ert tú tilstaðar?
Mindfulness er ein modernað útgáva av meditatión, ið hevur tikið seg fram í stórum pørtum av vesturheiminum. Upphavsmaðurin til hendan meditatiónshátt, er MIT útbúni professarin í læknafrøði, Jon Kabat-Zinn. Hansara gransking hevur knýtt aldargamlar meditatiónshættir saman við modernaðari sálarfrøði og læknavísind við úrslitum ið kunnu samanberast við tey hjá Herbert Benson - eitt nú við sjúklingum við psoriasis, ið sýndu sjónligan bata aftaná eina røð av meditatiónsvenjingum.
Men mindfulness er eisini ein filosofisk uppgerð við modernaðu fatanina av tíð. Ráðandi normurin í okkara tíð er, at tað ræður um, at fáa sum mest burturúr tíðini. Og tað ræður um, at hava so nógv ítøkilig úrslit at vísa á sum til ber. Hesa tíðarfatan roynir Jon Kabat-Zinn at gera upp við. Í einum fyrilestri hjá stóru fyritøkuni Google, ið er kend fyri at skapa ovurstór úrslit, bjóðaði hann áhoyrarum av við at spyrja, um tað nyttar nakað at avrika nógv, um tann sum avrikar, í roynd og veru ikki er til staðar hóast alt.
Heilin hjá flestum okkara er í roynd og veru á autopilot í gerandisdegnum, og hugsanirnar eru aloftast onkra aðrastaðni, enn teirri verandi løtuni. Í dag hugsar tú um vikuskifti, í vikuskiftinum hugsar tú um næstu ferðina og tá tú fert at ferðast, hugsar tú um næsta karrieruskifti – og so framvegis. Spurningurin er tí, um vit nakrantíð veruliga eru tilstaðar. So hvørt tíðin gongur, førka vit okkum í okkara hugsan longur fram í tíðina. Størsti parturin av tíðini fer sostatt annaðhvørt við at hugsa um framtíðina ella fortíðina. Men í roynd og veru er verandi løtan tað einasta tú hevur, og ert tú ongantíð tilstaðar í henni, fer sjálvt lívið framvið.
Men ”mindfulness”, tað at vera til staðar, at vera tilvitaður um verandi løtuna, krevir venjing. Jon Kabat-Zinn vísti í sama Google fyrilestri á, at sinni nátúrliga er torført at stýra, og hevur í síni nátúr hug til at vera allastaðni enn í verandi løtu. Men við medatión ber til at fanga og gagnnýta verandi løtuna og gerandisdegnum, er boðskapurin frá honum.
Sostatt tykjast ímyndin av meditatiónsvenjingum - av at vera eitt alternativt popputt fyribrigdi, fyri nøkur fá, ið hava mist sambandi við veruleikan - at vera broytt til eitt heilsufremjandi alternativ fyri ið kann bjarga tær verandi løtuna. Eitt ”spirituelt” alternativ til tey, ið annars ikki eru serliga spirituell.