Týskarar fagna føroyska makrelinum

Týska tónleikatíðaritið, Obliveon, hálovar útgávuni, Wonderland, hjá føroyska rockbólkinum Makrel. Í seinastu útgávuni fær føroyski bólkurin níggju av tíggju stjørnum frá týska tónleikatíðaritinum

Føroyski tónleikabólkurin, Makrel, hevur verið millum virknastu bólkarnir á føroyska tónleikapallinum í ár. Umframt at hava spælt á einum hópin av tiltøkum, lat bólkurin fyrr í ár sína seinnu fløgu úr hondum. Makrel gjørdi veruliga vart við seg á Prix Føroyum í 2003, tá bólkurin endaði á einum triðja plássi. Síðan 2003 hevur bólkurin givið tvær fløgur út. Tann fyrra, Makrel Stinkar, kom út á vári 2003, meðan tann seinna, Wonderland, kom út í ár.
Bólkurin hevur ikki einans verið virkin í Føroyum í ár. Í august spældi Makrel á einum tiltaki í Vega í Danmark og fyri sløkum tveimum mánaðum síðan luttók bólkurin í kappingini, Global Battle of the Bands, sum varð hildin í lítla Vega.

Frálíkt skoðsmál
Eftir øllum at døma eru tað ikki bert danir og føroyingar, sum hava fingið eyguni upp fyri føroyska rokkbólkinum. Í seinastu útgávuni hjá týska tónleikatíðaritinum, Obliveon, er eitt ummæli av útgávuni Wonderland hjá Makrel. Oblivon er eitt tónleikatíðarrit, sum hevur heavy metal og gotiskan tónleik sum serøki.
Tað eru ikki hissini skoðsmál, týska tíðarritið gevur Makrel. Av møguligum tíggju stjørnum fær útgávan hjá Makrel tær níggju. Sosialurin hevur valt at umseta ein part av ummælinum hjá týska tónleikatíðarritinum, Obliveon:

Hóast Føroyar, eins og Grønland, hoyra undir Danmark, eru oyggjarnar sjálvstøðugar. Og sjálvstøðugan mást tú flokka tónleikin hjá teimum fimm úr Makrel. Tað er ómetaliga torført at greiða frá ljóðinum hjá Makrel. Ov sjálvstøðugir, ov egnir eru míni fyrstu skoðsmál.
Wonderland, sum er seinna fløgan hjá bólkinum, livir av mótsetningum. Á einari síðu er tað melodiskur, næstan slóðbrótandi popputtur rokkur, sum hinvegin verður avbrotin av kenslubornum útbrotum frá tí melankolska og súrsøta sanginum hjá frontmanninum, Ára Rouch.
Yvir øllum sveimar droymandi gittarljóðið hjá Rasmus Rasmussen. Av og á, tá eg hoyri fløguna, hugsi eg um ljóðið hjá The Police, tá teir spældu metal tónleik. Og tó er ljóðið tungt og myrkt , sum minnir um gomlu gittarljóðini frá Death Metal tíðini. Eg vil kortini ikki lýsa Makrel sum metal bólk. Teir eru melankoliskir, harðir, kenslubornir og og snøgt sagt ótrúliga góðir.
Eg vil biða allar elskarar av skilagóðum rocktónleiki, sum lurta eftir øllum frá The Police og U2 til Paradise Lost og Tool, at ogna sær fløguna. Fløgan fær 9 av 10 stjørnum