Í eina tíð hevur danska løgreglan havt løgreglueftirlit við fólki, sum ferðast um markið úr Týsklandi til Danmark.
Men nú hava myndugleikarnir í Týsklandi kunna løgregluna í Danmark um, at hereftir verður løgreglueftirlit við fólkið, sum kemur úr Danmark um markið til Týsklands.
Eftirlitið er fyribils og tað verður tikið av aftur tann 11. juli og tað er sett í gildi sum eitt lið í fyrireikingunum hjá týsku myndugleikunum til politiska G20 toppfundin, sum verður í Hamburg tann 7. og 8. juli.
Týsku myndugleikarnir siga, at eftirlitið við markið verður ikki alla tíðina, men at tey, sum fara úr Danmark um markið til Týsklands, skulu kortini vænta at verða kannað.
Tí mælir løgreglan øllum, sum fara úr Danmark til Týsklands um at hava passið til reiðar at vísa vaktarfólkunum við markið.