Elin Lindenskov,
býráðslimur www.lindenskov.com
At tit vóru so nógv, sum valdu meg, kenni eg sum eina dygga álitisváttan á førda politikkin seinastu valskeiðini. Hesaferð rakk flokkurin ikki so langt, sum vit vildu ynskt. Vit kunna bara staðfesta, at meirilutin av borgarnnum í Tórshavnar Kommunu vildu hava borgarligt stýri.
Hóast hetta fekk Javnaðarflokkurin eina lítla framgongd í mun til vali 1996. Eg fari eisini at takka øllum tykkum 1438 sum valdu Javnaðarflokkin.
Kvinnurnar
Vit eru eisini serstakliga glað fyri at kvinnurnar fingu so stóran stuðul. Á okkara lista eru kvinnurnar nr. 1, 3 og 4. Av øllum stemmunum sum Javnaðarflokkurin fekk, fingu kvinnurnar meira enn helmingin av atkvøðunum. So hevði Javnaðarflokkurin fingið eitt ella tvey umboð afturat, so høvdu tað verið tvær kvinnur fleiri í býráðnum.
Komandi 4 árini
Komandi 4 árini kemur Javnaðarflokkurin, at verða í minniluta í býráðnum. Vit fara sjálvsagt framhaldandi at arbeiða fyri okkara hjartamálum. Á barnagarðsøkinum hava vit fyrireikað 200 nýggj pláss í 2001. Peningur er avsettur til endamálið, so hjá komandi meiriluta er bara at seta hetta í verk. Ætlan er løgt fyri 2002 og 2003. Vit fara sjálvsagt at virka fyri, at hesar ætlanir ikki verða sleptar, men gera tað vit kunna fyri at náa okkara málið, at í 2003 skal bíðilistin verða burtur.
Eldtaøkið eru eisini væl fyrireika. Álitið um eldru borgarnir í Tórshavnar Kommunu liggur klárt, her eru nógvar ætlanir lagdar, sum vit fara at virka fyri at fáa framdar. Eldrasambýli til 16 senildement fólk liggur á tekniborðinum og verður vónandi klárt at flyta inni í í komandi ári.
Tað verður ein aktivur Javnaðarflokkur, sum kemur at sita í minnilutanum komandi árini, vit fara at gera, hvat vit kunna fyri at røkka okkara málum, soleiðis at vit fáa livandi bý og bygdir í Tórshavnar Kommunu, har rúm er fyri øllum borgarum, uttan mun til førleika annars.