Túsundtals týskarar vitja Føroyar

Fólkatalið í Føroyum vaks við umleið 3.500 fólkum í morgun, tá týska ferðamannaskipið Mein Schiff 4 kom á Havnina klokkan 7 í morgun.


Talan er um eitt av teimum heilt stóru ferðamannaskipunum, ið vitja Føroyar. Mein Schiff er 293 metrar langt og 42 metrar breitt og umborð eru 2.569 ferðafólk umframt umleið 1.000 starvsfólk.


Hóast túsundtals ferðafólk eru umborð, so er tað ikki vist, at teimum tørvar at fara av skipinum og uppliva Føroyar. Umborð er nevniliga ríkiligt at takast við. Við 11 matstovum, 13 barrum, ein 280 metrar renningarbreyt og ein 25 metrar svimjihylur hevur skipið næstan fleiri tilboð enn høvuðsstaðurin.


Skipið er á Havnini í samband við eina rundferð í Norðuratlantshavinum. Ferðin byrjaði í norðurtýska býnum Kiel og hevur skipið síðani siglt framvið vesturstrond Noregs alla vegin norð til Svalbarð. Síðan setti skipið kós móti Íslandi, har vitja hevur verið í Akureyri og Reykjavík. Føroyar er síðsta havnarvitjanin áðrenn skipið aftur setir kós móti meginlandinum.