Tær eru úr Havn, døtur hjá Petrinu, f. Müller, ættað úr Porkeri, og Thorvald Andreasen, skipara, ættaður av Norðskála.
Barnaskúlan gingu tær í Nunnuskúlanum. Báðar eru tær sjálvstøðugar vinnurekandi og arbeiða í sama grannalag í miðbýnum í Havn, Tóta sum frisør og Oda sum zoneterapeutur. Eisini hava báðar verið aktivar í fimleiki.
Tóta lærdi til frisør hjá Juttu Andreasen á "Glade Hjørn" frá 1960-64. Síðan arbeiddi hon sum frisør í Danmark í fimm ár.
Heimaftur komin í 1969 fekk hon sær egna frisørsalong í J. C. Svabosgøtu í Havn. Har var hon til 1977, tá hon flutti inn í Vogue-bygningin í M. Heinasonargøtu. Í 1987 flutti hon inn í egnan bygning við nýggjari salong í somu gøtu.
Gjøgnum árini hava umleið 25 frisørlærlingar tikið útbúgving á Salong Tótu.
Tóta hevur gingið á odda í arbeiðinum at menna hárfríðkanarfakið í Føroyum og var við til at stovna Hárfríðkanarfelagið, har hon hevur verið í nevndini og var formaður í nógv ár.
Hon er limur í fakligu nevndini í Tekniska Skúla og var í mong ár varalimur í Havnar Handverksmeistarafelag.
Oda fór til Danmarkar, har hon fekk sær útbúgving. Í 1974 var hon útbúgvin sum pleygari, í 1980 sum sjúkrahjálpari og sum zoneterapeut í 1983.
Hon arbeiðir bæði sum zoneterapeut við egnari viðgerðarstovu og sum pleygari á deild 6 á Landssjúkrahúsinum.
Oda hevur havt tveir næmingar á FDZ-skúlanum (Forenede Danske Zoneterapeuter), sum hava verið í praktikk hjá henni, og arbeiða í dag sum sjálvstøðugir zoneterapeutar, onnur í Danmark og hin í Føroyum.
Tóta eigur børnini Johnny og Barbaru, sum bæði búgva í Danmark, hon eigur 5 ommubørn.
Oda eigur børnini Thorvald, sum býr á Syðradali á Streymoy, og Brynhild og Birgir sum búgva í Havn, hon eigur 9 ommubørn.
Tey ið vilja gleða tær á degnum eru vælkomin í Sjónleikarhúsið leygardagin 21. august millum kl. 11 og 18.