Kommunumál
Leirvík:
Nýggjur útibarnagarður verður latin upp í skótahúsinum í Leirvík 1. mars, um alt gongur, sum Leirvíkar Komuna ætlar.
Avtala er gjørd við skótarnar um leigu av húsinum, og onkrar smærri ábøtur skulu gerast, áðrenn latið verður upp, sigur Sjúrður Eliasen, borgarstjóri í Leirvík.
Hegnast skal rundan um húsini fyri at bøta um trygdina, tí húsini liggja beint oman fyri ferjuleguna, har rættiliga nógv ferðsla er allan dagin.
Leiðari er settur, og lýst verður nú eftir starvsfólki til útibarnagarðin, har 24 børn í aldrinum seks til tíggju ár fara at ganga.
Skipanin verður soleiðsi, at tey koma í barnagarðin, men fara síðan at halda til ymsastaðni í Leirvík, alt eftir umstøðunum. Tað verið seg í fjøruni, bønum, ella hvat tey nú kunnu finna uppá.
Fyri at tað skal vera lættari hjá foreldrum at vita, hvar tey eru og kunnu heintast, fáa starvsfólkini fartelefon, sum ringjast kann til at vita, hvar barnið skal heintast.
Tað verða tó ivaleyst dagar, tá tey fara t vera í skótahúsinum. Treyðugt so.
Leirvíkar Kommuna hevur framman undan dagrøktarskipan, sum umfatar 70 børn. Men tað hevur víst seg, sigur Sjúrður Eliasen, at tað hava viðhvørt verið ávísir trupulleikar at fáa dagrøktarmammur. Tí verður nú roynt við hesum møguleikanum, sum so tekur 24 av teimum størru børnunum burtur úr sjálvari dagrøktini.
?Í Klaksvík hava tey royndir við slíkum barnagarði, sum vit hava verið og hugt at, sigur Sjúrður Eliasen.
Nógv bygging
Tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Leirvík. Ein útstykking við 15 grundstykkingum er gjørd Uppi við Garð, og tey eru øll uttan eitt seld. Í løtuni eru 15 umsóknir um grundstykki í Leirvík á bíðilista, sigur Sjúrður Eliasen, borgarstjóri.
Farið er tí undir eina útstykking afturat við síðuna av teirri fyrru, greiðir hann frá.
Hendan seinna útstykkingin verður eitt sindur øðrvísi enn tann fyrra á tann hátt, at í hesari fara tey at royna at byggja raðhús.
Umframt at fimm vanlig sethúsagrundstykki verða í nýggju útstykkingini, fer kommunan at royna at byggja tvær raðhúsalonir við sjey húsum í hvørjari.
Tað er verður ikki ætlanin, sigur Sjúrður Eliasen, at kommunan sjálv skal standa fyri bygginini, uttan bara bjóða hana út. Ætlanin er so at fáa eitthvørt byggifelag at taka sær av sjálvum bygningunum og síðan selja lidnu húsini.
Sjúrður Eliasen metir, at áhugi eigur at fara at vera fyri hesi ætlanini, millum annað tí, at raðhúsini væntandi verða bíligari enn vanlig sethús.
Annað arbeiði
Leirvíkar Kommuna hevur eisini aðrar ætlanir í komandi fíggjári. Eitt nú skúla, vatnverk og eldrasambýli.
Skúlin er undir umfatandi umvæling, sum verður gjørd í fleiri stigum. Í fjør varð til dømis partur av skúlanum taktur av nýggjum. Fleiri skúlastovur eru umvældar frá grundini av og eru nú sum spildurnbýggjar, greiðir borgarstjórin frá. Og í hesum fígjgarárinum eru settar 700.000,- krónur av til umvælingar. Í fjør varð arbeitt fyri umleið eina millión.
Vatnreinsiverkið skal útbyggjast, sigur Sjúrður Eliasen, og í ár verður eitt reinsiverk keypt afturat tí, sum frammanundan er.
Tá tað er uppsett, fáa leirvíkingar altíð reint vatn. Tí hóast okkurt skuldi borist á við øðrum verkinum, er hitt altíð til at taka.
Leirvík er einki serliga væl fyri við vatni soleiðis, sigur Sjúrður Eliasen. Neyðugt er, tá turt er, at pumpa vatn úr keldum, sum liggja niðan fyri goymsluna. Til tað hevur kommunan gjørt eina pumpustøð.
Oman fyri skúlan í Leirvík er grivið út fyri einum bygningi. Tað er fyri eldrasambýlinum, sum Leirvíkar Kommuna er farin undir at byggja. Tað skal ætlandi hýsa 10 fólkum.
Borgarstjórin greiðir frá, at tað verður bygt í stigum, og verður væntandi liðugt um eini tvey ár. Í fjør varð útgrevsturin gjørdur, og í ár eru kloakk- og stoypiarbeiðini boðin út. Sett er 1,2 millión krónur av til hetta arbeiðið í ár.
Talan verður um ein bygning í einari hædd, sum verður 550 fermetrar til víddar. Tó verður ein lítil kjallari undir øðrum endanum, sum millum annað fer at hýsa fýrrumi.
Í aðrar mátar er nokk at gera í Leirvík, letur Sjúrður Eliasen, borgarstjóri, at. Tvey fiskavirki eru á havnarlagnum. Hjá IRF arbeiða fleiri leirvíkingar, eins og turkingarvirkið beint við síðuna av brennistøðini eisini hevur fleiri fólk til abeiðis. Umframt eru so útróðrarmenn og aðrir sjómenn. So alt í alt er arbeiði til allar hendur í Leirvík.