Hesum viðvíkjandi undrar tað meg, hví einki verður til meira enn tos og annars upp til tann einstaka borgaran at finna sær eitt stað, ella ein veg, at renna eftir. Nú er Tórsbreyt í Havn, men tað er langt at fara fyri mong. Tað, sum eg hugsi her er, hví sær landið og kommunurnar ikki møguleikan í at gera renni/súkklubreyt fram við vegnum, tá Landsverk, hóast alt, altíð er í gongd við ymist arbeiði á vegastrekkjum millum býggja. Eg havi sæð mangan súkklara og rennara úti á alfaravegi frá morgni til kvølds. Hetta er ikki ófarligt. Nógvir bilførarar yvirhála uttan at ansa eftir, at møguligur súkklari ella rennari er á staðnum. Eisini er tað ræðandi og ótespiligt, tá stórir trailarir og lastbilar koyra framvið við rúkandi ferð, soleiðis, at alt, sum vigar undir 100 kg, næstan verður hálað út á vegin í forbífartinum.
Møguligt fokus kemur nokk ikki fyrr enn vanlukkan er hend, ella hvat?
Tá politikarar og tað almenna faktist purra upp undir, at fólk skulu røra seg meira, áttu hesi fólk og stovnar eisini at gjørt nakað ítøkiligt fyri at fremja hetta. Eisini eru vit so errin av, at føroyingar luttaka í kappingum í okkara grannalondum og øðrum londum, fyri ikki at gloyma altjóðakappingum. Vit hava sæð seinastu árini, at tað hóast alt eru einstaklingarnir, sum veruliga kappast í altjóða kappingum, og ikki bert eru við fyri at læra. Hví er tað so ikki upplagt at royna at skapa betri umstøður millum býggja, soleiðis, at okkara rennarar og súkklarar ikki noyðast út á vegin at renna, og har við seta lív og heilsu í vága.