Uppskotið hjá BankNordik um, at tað almenna skal byggja Skálafjarðartunnilin, sum bankin so kann fíggja, tykist fáa politiska undirtøku. Jóannes Eidesgaard sigur, at bankin við hesum fær »ætlanina aftur á beint«. Dsagur og Vika avdúkaði í kvøld eitt uppskot hjá BankNordik um, at bankin vil fíggja Skálafjarðartunnilin, sum afturfyri skal leggjast í eitt alment partafelag.
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, er sera fegin um uppskotið, sum bankin hevur kunnað hann um fyri sløkum tveimum vikum síðani.
- Hendan ætlanin fær málið um Skálafjarðartunnilin aftur á beint, sigur Jòannes Eidesgaard.
- BankNordik er komin við sera áhugaverdum og sera skilagóðum uppskoti um, hvussu ætlanin við einum Skálafjarðartunli eigur at verða løgd til rættis. Tað almenna skal inn sum eigari og byggiharri og ikki longur eitt felag, sum privat áhugaði eiga, sigur hann.
Uppskotið gongur út uppá, at tað almenna setur á stovn eitt partafelag, sum skal eiga og reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hetta almenna partafelagið skal so eisini byggja og reka Skálafjarðartunnilin. Eginognin og inntøkumøguleikarnir hjá felagnum verða so mikið góðir, at møguleikar fyri góðari og munandi bíligari fígging avgjørt eru til staðar.
- Sjálvandi merkir hetta, at inntøkurnar frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum halda áfram, eftir at lánini eru afturgoldin. Hetta er fótongulin í uppskotinum hjá BankNordik, tí hvat fara vágafólk og norðoyingar at siga til, at tey skulu gjalda tunnilsgjald eftir, at tunlarnir eru afturgoldni, spyr Jóannes Eidesgaard, sum tó sjálvur svarar:
- Smyril er jú goldin, men vit gjalda framvegis fyri at sigla, og tað sama kunnu vit siga um Teistan og aðrar farleiðir hjá SL, vísir hann á.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at avbjóðingin er at gera inntøkurnar til almenna partafelagið meira samhaldsfastar.
- Kanska kundi gjaldið fyri báðar tunlarnar farið nakað niður, samstundis sum vit útbyggja inntøkumøguleikarnar av veganetinum til onnur knútapunkt í ferðsluni. Kanska til bergholið millum Kaldbaksbotn og Kollafjørð ella tvørtur um brúnna um Streymin, heldur hann.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at ein annar møguleiki er, at vit innbyggja eina kollektiva fígging til felagið yvir vegskattin, soleiðis at tað ikki bert verða vágafólk og norðoyingar, sum skulu standa fyri inntøkunum hjá almenna partafelagnum, meðan Skálafjarðartunnilin verður bygdur.
- Megna vit hetta, og tað eiga vit at kunna, so kunnu vit sum almennur myndugleiki átaka okkum hesa uppgávu, sum tað almenna og ikki tað privata eigur og skal loysa.
Ein slík skipan kann so eisini gera tað møguligt, at vit longur út í framtíðina kunnu fara undir enn eina stóra verkætlan nevniliga um Skopunarfjørð. Inntøkurnar frá Skálafjarðartunlinum, tá hesin verður tikin í brúk, verða rættiliga stórar, og kann felagið tí fara í gongd við nýggjar uppgávur, sigur hann.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at hetta er á leið tann ætlan, sum CHE-samgongan hevði.
- Eg haldi, at BankNordik veruliga hevur gjørt hol í sjógvin við hesum sera áhugaverda uppskoti til, hvussu vit í framtíðina kunna fíggja slíkar risa verkætlan, sigur Jóannes Eidesgaard.
Bæði Tjóðveldi og Miðflokkurin hava tosað sum eina slíka skipan, og tá Javnaðarflokkurin av fullum huga tekur undir við hesum uppskoti frá BankNordik, so er mangt sum bendir á, at uppskotið fær politiskan stuðul. Í síðstu viku segði Alfred Olsen, hann man átti at umhugsað at lata onnur sleppa framat, um P/F Skálafjarðartunnilin ikki megnar uppgávuna.