Seinastu árini hava fleiri dømi verið um, at almennar fyritøkur, og stovnar, fara inn á øki, sum vanliga verða hildin at liggja best í privatu vinnuni. Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag. Á Aðalfundinum hendan dagin, vóru tey ógvuliga atfinningarsom ímóti vinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu.
Tey siga, at á vinnuliga økinum er uppgávan hjá tí almenna at taka forðingar burtur, soleiðis at kapitalur og arbeiðsmegi verða brúkt har tey skapa mest møguligt avkast.
Ofta er besti mátin bara at lata marknaðin fáa frið, og so skal tað almenna heldur seta onnur tiltøk í verk fyri at tryggja samfelagið ímóti óynsktum avleiðingum, sigur felagið. Tað kann vera at tryggja, at vit fara væl við okkara umhvørvi, og at kappingin er jøvn og effektiv.
Men Arbeiðsgevarafelagið sigur, at hesi seinastu árini hava fleiri dømi verið um, at almennar fyritøkur, og almennir stovnar fara inn á øki, sum annars liggja best í privatu vinnuni.
Tá eigarin ikki er privatur, er heldur ikki sama krav til avkast sum í einari privatari fyritøku, og virksemi kann tískil halda fram í longri tíð, hóast tað ikki loysir seg. Tað er tí umráðandi, at tað almenna áhaldandi tryggjar sær, at almennu partafeløgini, og stovnarnir, halda seg til sínar kjarnuuppgávur, og ikki breiða seg út á øki, har tað privata er effektivari.
Er tað ikki nóg lønsamt at fáast við tað virksemi, sum almenna partafelagið ella stovnurin vórðu sett at røkja, er tíðin kanska komin at steðga virkseminum ella at selja fyritøkuna, siga arbeiðsgevararnir.
Dømi um, at tað almenna fer inn á øki, har privata vinnan er effektivari, er tunlasjakkið, sum tað almenna hevur sett á stovn undir Landsverki.
Fyrr var tað so, at Landsverk gjørdi allar tunlarnar, men hesi seinastu umleið 20 árini, hevur tað verið so, at tað almenna hevur fyrireikað tunlarnar, og hevur projekterað teir, men so eru arbeiðini boðin út til privatar fyritøkur at kappast um.
Men nú fer tað almenna aftur til tað heilt gamla, har Landsverk aftur skal gera tunlar, og arbeiða seg fram í smáum.
Tað eru Eisini fleiri dømi um, at almenn partafeløg, og almennir grunnar fara inn á privatar marknaðir, tá virksemið á kjarnuøkinum minkar ella ikki kastar so nógv av sær, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Eitt dømi, tey uttan iva sipa til, er ætlanin hjá Atlantsflogi og at byggja Hotell í Havn.
Hinvegin ætlar landsstýrið samstundis at selja Posta, so samanumtikið kann sigast, at vinnupolitikkurin peikar í allar ættir, sigur Arbeiðsgevarafelagið.