Tað almenna undir luppin

Almenni sektorurin er vaksin við 1100 mill. kr. seinastu fimm árini. Eru allar hesar milliónirnar brúktar til tað optimala? Tað vil løgmaður hava svar uppá og fer nú at seta luppin á alt tað almenna Føroyar. Málsetningurin hjá samgonguni um, at útreiðslurnar skulu vaksa minni enn inntøkurnar, skal haldast. Uppskot er gjørt til sparikatalog uppá 60 mill. kr., sum krevur lógarbroytingar

Fíggjarlóg 2003


Annfinn Kallsberg, løgmaður er als ikki samdur við teimum, sum siga, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2003er einki minni enn eitt óliðugt útkast, sum ikki er gjørt í nóg stórum álvara. Tvørturímóti heldur hann uppskotið byggja á tað lógargrundarlag og tær funktiónir, sum eru, við onkrum undantaki. Man kundi gott koyrt eina fíggjarlóg niðan í tingð, sum segði, at man tók hædd fyri at gera nakrar broytingar. Og so fekk man at síggja, um tær broytingar komu, men tað hevur ikki altíð eydnast so væl vísir løgmaður á.

-Eg kann taka sum dømi at fíggjarlógin fyri 1996, ið varð samtykt við eini óspesifiseraðari sparing upp á 32 mill. kr. Tær blivu als ikki framdar. Verandi uppskot byggir á framskrivingar av teimum útreiðslum, sum galdandi lóggáva hevur við sær.

Løgmaður vísir á, at tey hava arbeitt við postverkinum, og viðgongur, at tað er kanska ein feilur, at tann játtanin ikki er við. Har hevur so verið arbeitt við møguleikanum at selja eini hús á Argjum. Í hesum sambandi nevnir løgmaður, at tað verður eisini arbeitt við at fáa Blaðútberingina við aftur á uppskotið.

Viðvíkjandi undirsjóvartunlinum til Norðoyggjar so er ætlanin at fara niðan í tingið við eini broyting í anleggslógini, tí tað áliggur landsstýrismonnum at koma við eini loysn fyri Lorvíkar bygd. Landsstýrismaðurin skal tí niðan í tingið við Lorvíksprojektinum og har eru menn samdir um at brúka tað, sum ikki verður brúkt á íløgusíðuni til í næsta ár.

Síðani er enn eitt "stríðsmál" Vágs havn. Hon er eisini samtykt, men tað er stuðulsveiting, og tað er spurningurin, nær tað arbeiðið fer í gongd. Tað er tó ikki landsstýrið, sum byggir ta havnina men kommunan. vísir løgmaður á og sigur, at ósemja um hetta má so vera millum Vinnumálaráðharran og Fíggjarmálaráðharra. Ella tað er Fíggjarmálaráðharrin, sum einsamallur hevur tikið ta avgerðina.

Løgmaður roknar við, at framhaldandi fíggjarlógarviðgerðin fer eisini at avspegla tað virksemi, sum fer at verða frá í dag til einaferð í - við broyttari lóggávu. Landsstýrið hevur brúkt nógva tíð at tosa um broytta lóggávu. Tey fyrstu uppskotini eru longu farin út til flokkarnar, og tað koma fleiri komandi dagarnar.

-Tú kanst velja, um tú vil hava eina fíggjarlóg, sum avspeglar tað, sum man ætlar og sum kanska kann vera eitt sindur fiktiv , ella tú kann velja eina fíggjarlóg, sum avspeglar tað, sum er. Og at tú síðani ger tær broytingar, sum eru neyðugur og semja kann fáast fyri.

Broyta lóggávuna
Løgmaður sigur orsøkina til, at fíggjarlógin sær út sum hon ger, er tann, at vit hava havt samgongusamráðingar út í juni mánað, og tí er man ikki komin í gongd við tí detailieraðu fíggjarlógini. Landsstýrið hevur so valt at siga, at tey politisku tiltøkini, sum samgongan skal gera, skulu fremjast við broyttari lóggávu, har tað er neyðugt at broyta verandi lóggávu . So ger man tær tillagingarnar í álitið, sum kemur fram aftur úr Fíggjarnevndini.

Haraftrat er tað so spurningur um rakstur og rakstrarútreiðslur, um tað verða gjørdar semjur um rationaliseringar og sparing oa. Tað er eingin loyna, vísir løgmaður á, at specifikatiónirnar og tølini , sum standa á fíggjarlógini, eru bara fyri landsstýrismansins rokning. Tað er eingin av hinum landsstýrismonnunum ella løgmaður, sum hevur sæð spesifikatiónirnar, sum eru gjørdar á teimum ymsu málsøkjunum , áðrenn tær eru farnar niðan í tingið, og tað er orsakað av avmarkaðu tíðini eftir samgongusamráðingarnar.

Løgmaður viðgongur, at hetta er sjálvandi ikki gott nokk ella forsvarligt. Tí skal ein komandi fíggjarlóg hava eina aðra gongd enn hendan hevur fingið, nevniliga soleiðis at karmarnir til fíggjarlógina skulu vera lidnir áðrenn summarfrítíðina. Í síðsta lagi fyrst í juni, soleiðis at man í august kann fáa viðgjørt allar tær einstøku dispositiónirnar, sum hvør landsstýrimaður hevur gjørt.

Anfinn Kallsberg, sum hevur sitið sum løgmaður í skjótt fimm ár, sigur víðari, at hyggja vit at hesum seinastu fimm fíggjarlógunum, so er tann samlaði bruttoútreiðsluvøksturin oman fyri milliardina og dylur hann ikki fyri, at ein vøkstur uppá 200 mill. kr. í meðal uppá árið er alt ov nógv. Tað tolir búskapurin als ikki.

Almennar rationaliseringar
-Skulu vit gera okkum tankar um ein sjálvberandi búskap, so má annað lag koma á. Tí er tað einki yvir at dylja, at tað mugu vera nakrir møguleikar nú at fara inn at hyggja at skipanum, sum møguliga áttu at verið rationaliseraðar og eftirhugdar. Tú ger vanliga slíkt , tá tú kemur inn í eina kreppu. Tað eru nógv dømi um, at vit hava latið lóggávu staðið við alt ov leingi, tí eingi krøv eru sett til broytingar aftur td. endurnýggjan av skipaflotanum, stuðul til fiskivinnuna osfr. Slíkar lógir eru góðar, tá tær koma. Men spurningurin er at fáa politiska undirtøku fyri at avtaka tær, meðan tíð er. Tað er væl hetta, sum skal til nú.

-Tað ljóðar so lætt og flott!

-Tað veit eg og viðgangi eisini, at tað er ikki bara lætt.

Hóast tingmenn í samgonguni hava nevnt, at tað verður ikki so torført at fremja sparingar í 100 millióna klassanum so heldur løgmaður, at man nokk ikki skal vera so bjartskygdur og rokna við, at man fær gjørt tær sparingar uppá nærum onga tíð. -Tað er altíð trupult at at tátta í og fremja broytingar, og tað er oftani nakað, sum tekur langa tíð. Tað, sum tú kanska ger í dag, sær tú ikki aftur fyrr enn um eini trý ár. So man má vera realistiskur eisini. Man skal heldur ikki gera nakað, sum endar við, at knappliga hongur alt í leysum lofti. Tað, sum gerast skal, má gerast við skili.

-Men fíggjarlógin skal samtykkjast , og tíni egnu samgongufólk tosa um at finna 100 til 200 mill. kr. í sparingum og siga, at hetta entá eigur at verða lætt!

-Um tað hevði verið so lætt, so hevði tað verið lagamanni. Men eg trúgvi ikki, at tað verður so lætt. Latið okkum nú fara í gongd við at gjøgnumganga tann almenna sektorin, sum er vaksin við 1100 mill. kr seinastu fimm árini. Eru allar hesar milliónirnar brúktar til tað optimala?

Løgmaður vísir á, at tú fær samtíðis at vita, at tað eru stórir manglar allastaðni, hóast man hevur økt játtanina so nógv. So spurningurin er um hesar krónurnar eru brúktar uppá besta máta fyri brúkaran.! -Eg skal ikki seta nakað tal á men kann siga, at samgongan hevur gjørt ein yvirornaðan málsetning um, at útreiðslurnar skulu vaksa minni enn inntøkurnar, og tað er ein málsetningur, sum skal haldast. Tvs. at vit skulu hava eina framdrift móti einum meira sjálvberandi búskapi.

Sparikatalog
Løgmaður sigur, at landsstýrið hevur arbeitt rættiliga intenst við sparingum av ymiskum slag og hevur gjørt eitt sparikatalog, sum liggur millum 50 og 60 mill. kr ella eitt sindur meira. Í tí eru ítøkilig uppskot, sum hava verið til viðgerðar bæði í landsstýrinum og úti hjá flokkunum men sum krevja lógarbroytingar. Tvs. pengarnir til tey málsøki, sum man ætlar sær at broyta, standa á verandi fíggjarlóg.

-Men tað er langt frá 60 uppá møguligar 200 mill. kr. í sparingum?

-Tað er rætt, men tað hevur verið frammi, at man ynskir, at fíggjarlógin skal ikki vaksa í krónum og oyrum. Og so merkir tað, at tú skal spara einar 160 mill. kr. í alt í mun til tað sum er. Er tað gjørligt, so er tað fínt, men er tað ikki gjørligt, lat okkum so síggja, hvussu langt vit koma.

Tað eg tosi um er broytt lóggáva. Hin parturin, sum ikki er broytt lóggáva, er tað sum landsstýrismenninir á hvør sínum øki hava sett upp og sagt, at tað er tað teir ynskja. Fer man so inn og broytir hetta, so koma eisini nakrar milliónir at verða tiknar av tí partinum á fíggjarlógini. Hetta er so tann politiska prosessin, sum nú skal arbeiðast ígjøgnum sigur løgmaður.

Ikki slit
Men hvat sigur Anfinn Kallsberg so til, at Palleba heldur tað vera løgið at tosa um sparingar innan tað almenna, samstundis sum tvey nýggj landsstýrisráð verða sett á stovn!

-Tað kann man siga, og eg síggi at eisini, at andstøðan kemur fram við tí. Til tað er at siga, at í samráðingunum um landsstýrið vildi Javnaðarflokkurin hava eitt innanríkisráð og Sambandið vildi hava eitt Heilsumálaráð. Í prinsippinum vil eg siga, at hevði tað verið ein ABC-samgonga, so vóru tey ráðini komin kortini.

Løgmaður sigur annars, at tað er eingin loyna, at turbolensur altíð vil vera rundan um eina fíggjarlóg, soleiðis sum eitt nú formaður Javnaðarfloksins hevur úttalað. Men hann trýr kki uppá samgonguslit. -Men man kann ongantíð taka nakað fyri givið í politikki leggur hann aftrat.

Løgmaður sigur at enda, at hann dugir ikki at síggja nakran trupulleika í viðgerðini í Fíggjarnevndini, um man ikki ætlar sær at gera nakrar radikalar broytingar. Uppskotið til fíggjarlóg er so bygt uppá tað lógargrundarlag, sum er í dag