Sum væntað verður Hillary Clinton uttanríkisráðharri hjá Barrack Obama Barrack Obama kunngjørdi í dag, at hann hevur gjørt av at velja Hillary Clinton til uttanríkisráðharra í síni fyrstu stjórn.
Hann rósti Hillary Clinton fyri vit og arbeiðssemi og segði hana vera tann rætta persónin til tær stóru avbjóðingarnar, sum eru fyri framman.
Hillary Clinton takkaði fyri heiðurin at sleppa við í tað trupla, men spennandi ævintýrið, sum hon málbar seg.
Annars kunngjørdi Obama eisini í dag, at republikanarin Robert Gates heldur fram sum verjumálaráðharri.