Hondbóltur
Tað er lítið at ivast í, at seinasta umfarið verður ein sannur hondbóltsgysari. Ein gysari, har í øllum førum trý - og kanska fýra lið standa við møguleikanum at røkka teimum báðum finaluplássunum, sum standa upp á spæl í endaspælinum.
Sjálvandi kann støðan verða tann, at alt er avgjørt, áðrenn komið er til seinasta umfarið. Men tað krevur, at H71 skal kiksað móti antin KÍF ella Neistanum, samstundis sum bæði Kyndil og VÍF vinna báðar sínar dystir. Hendir hetta seinasta, er StÍF eftir øllum at døma liðugt undan seinasta umfarinum. Men við hagtølunum, sum StÍF hevur móti VÍF, so líkist tað tveimum finalum í seinasta umfarinum. Ella skuldu vit kanska sagt hálvfinalum, har vinnararnir vinna sær pláss í finaluni.
Kyndil kann kiksa
Grøna havnarfelagið, sum fer um tey hálvt-hundrað í næstum, er í løtuni á odda í landskappingini, og teir eru eisini liðið, sum stendur við bestu kortunum undan seinastu umførunum.
Heima móti StÍF plaga teir grønu ofta at vera omaná. Eisini hóast dystirnir aloftast eru tættir. Á útivølli móti KÍF eiga teir ikki at svíkja, og so hava teir VÍF í seinasta dystinum. Tann dysturin kann verða avgerandi, men hava vestmenningarnir snávað á vegnum, samstundis sum Kyndil hevur gjørt sítt, so hava teir grønu ein eyka trumf í góða málmuninum. Ein málmunur, sum inniber, at teir hava ráð at lata VÍF koma á sama stigatal.
VÍF og marran
Tí er trýstið kanska størri á vestmenningum, sum við stórsigrinum á H71 boðaðu frá, at liðið er um at nærkast toppinum. Tað verður eisini neyðugt, skal liðið standa seg í endaspurtinum av endaspælinum.
Komandi dysturin er móti Neistanum, og tað er ein uppgáva, sum VÍF alt annað líka eigur at megna. Men heimadysturin í næst seinasta umfarinum tykist meira møtumikil í so máta. Tá er tað nevnliga StÍF, sum er mótstøðuliðið. Ein dystur, sum vestmenningar nærum ræðast, um mett verður eftir úrslitunum seinnu árini. Og eitt tap í hesum dystinum vil viðføra, at VÍF er tvingað at vinna seinasta dystin, sum er á útivølli móti Kyndli.
Dalandi hoyvíkarfepur
H71 hevur at kalla alt árið líkst einum tryggum luttakara í finaluni. Somikið tryggur, at tosið eitt skifti í endaspælinum bert hevur snarað um, hvat mótstøðuliðið í finaluni skuldi verða.
Men við tapi í teimum báðum lykladystunum móti Kyndli og VÍF, hevur H71 nú brádliga fingið knívin á barkan. Somikið hart, at skulu teir verða tryggir, so skulu tríggir sigrar til seinastu tríggjar dystirnar. Teir báðar fyrru av hesum, er trupulleikin kanska avmarkaður. Men við útidysti á Skála í seinasta umfarinum, er seinasta forðingin stór. Ikki minst, um strandingar tá framvegis hava møguleika at røkka finaluni. Tí er tað nakað, sum StÍF dugir betri enn nakar annar, so er tað at spæla avgerandi dystir. Nakað sum H71 als ikki víst seg at duga seinastu tvær vikurnar!
Strongdir strandingar
Júst eginleikin at vinna avgerandi dystirnar er nakað, sum StÍF hevur so harðliga brúk fyri nú. Snøgt sagt, so skal talan verða um tríggjar sigrar á rað. Alt annað vil at kalla seta teir uttan fyri finaludystin. Og tá dystarskráin sigur tey trý toppliðini í 1-2-3 raðfylgju, sigur tað seg sjálvt, at trýstið er í hæddini. Skal StÍF leita sær styrk, so er kanska best at minnast aftur á heystið1999, tá støðan var kanska enn meira vónleys. Sum kunnugt, so spældi tað kortini væl av ta ferðina, og so er spurningurin, hvørt tað eisini kann spæla eins væl av hesaferð. Eitt er tó víst - standa strandingarnir við 20 stigum undan seinasta umfarinum, munnu fleiri brádliga fara at rokna teir sum FM-favorittar. Eisini hóast finalan tá enn ikki er spæld.
Skipanin
Hvussu leikur so fer at fara, ber sjálvandi illa til at siga í dag. Í so máta eru vit kanska munanadi klókari eftir vikuskiftið.
Men tað er tó vert at bíta merki í, at fleiri helst halda tað vera keðiligt, at talan júst í ár verður um finaludyst millum tey bæði ovastu liðini. Sjálvandi er spenningurin ovurstórur, nú fýra lið berjast um finalusessirnar. Men við bara einum stigi millum hesi fýra, vildi FM-spenningurin verið enn størri, um kappingin endaði við endaspælinum.
Tað hevur so ikki víst seg sum nakað argument, at tvey'arin eisini skal hava nakað at spæla fyri, men kropsliga tænir tað helst endamálinum, tá kappingin verður longd nakað.
Men við fyrst at hálvera stigini í grundspælinum, fyri síðani at geva tvey'aranum í endaspælinum enn ein møguleika, verður fyrsti parturin av kappingini lættliga undirmineraður. Kanska kann støðan sammetast við hana, sum VÍF upplivdi fyri 15 árum síðani. Tá vann liðið allar dystir uttan tveir í einum kappingarári, men kortini endaðu teir nummar fýra í kappingini. Ein støða, sum alt fyri eitt fekk HSF at ganga burtur frá skipanini við hálvfinalum og finalum at enda kappingina við. Heilt so grotesk verður støðan hóast alt ikki í ár, men finaludystir eru sjáldan eitt góður máti at avgera eina landskapping uppá. FM-vinnarin plagar vanliga at vera tann, sum er bestu gjøgnum eitt heilt ár, meðan »besta liðið á degnum« tekur steypakappingina. Men tann veruleikin kann væl og virðiliga broytast í nýggju skipanini.
Fakta
Seinastu dystirnir
8.9.10.
KyndilStÍF (h)KÍF (ú)VÍF (h)
VÍFNeistin (h)StÍF (h)Kyndil (ú)
H71KÍF (ú)Neistin (h)StÍF (ú)
StÍFKyndil (ú)VÍF (ú)H71 (h)