Drotning Sonja vitjaði í Kirkjubø, har Jóannes Patursson var vertur.
Fyrst gekk leiðin til kirkjuna. Jóannes Patursson steðgaði fyrst á, og greiddi Sonju, drotning, frá, um vakra portrið, sum Tróndur Patursson hevur evnað til.
Síðani var farið inn í kirkjuna. Jóannes Patursson greiddi frá søgu kirkjunnar, og serliga frá kirkjubøstólunum. Hann greiddi Sonju, drotning, frá, hvussu Sverri, seinni kongur í Noregi, var prestlærdur í hesi kirkjuni, áðrenn mamma hansara fortaldi honum sannleikan, um hvør pápi hansara var. Sverri kongur valdi tá, at fara til Noregs og krevja sín rætt til norsku trónuna.
Jóannes Patursson fortaldi drotingini um altartalvuna í kirkjuni, sum Sámal Joensen-Mikines hevur málað. Bóndin fortaldi, at honum var sagt, at hetta var tann seinasti málningurin, sum kendi málarin fullførdi. Altartalvan hevur hingið í kirkjuni síðani 1967.
Sonja, drotning, var bergtikin av gamla gravsteininum, ið stendur í kirkjuni, sum er úr 1400-talinum. Brádliga peikar Sonja á eina standmynd, ið hongur á vegginum, og viðmerkir, at handan líkist teimum úr Nidarosdóminum í Tróndheimi. Rætt hevði hon, segði Jóannes Patursson. Standmyndin er av Johannes doyparanum og er ein eftirgerð av eini standmynd frá 1200-talinum, ið upprunaliga stóð í Nidarosdóminum. Hendan standmyndin verður mett at vera eitt tað besta listarverkið úr gotisku tíðini. Tann, ið hongur í Kirkjubø, er ein gáva frá bispasætinum í Nidaros.
Les eisini Sonja drotning væl móttikin á Bursatanga
Leiðin gongur víðari inn í Kirkjubømúrin. “Sum ongantíð gjørdist liðugur,” sigur Sonja, drotning. Her rættar Jóannes Patursson hana, og sigur at fólk nú eru samd um, at kirkjan bleiv liðug og varð í nýtslu um 1330.
Jóannes Paturrson greiðir frá, um skurðmyndina av Hákon V Magnusson, sum hongur inni í múrinum. Bóndin sigur frá, at Erlendur, bispur, var gudfaðir Hákunar, kong. Tað sigst, at norska trónan hevur goldið fyri partar av prýðinum í Kirkjubømúrinum, millum annað hesi skurðmynd av Hákuni V, kongi. Jóannes Patursson vísir Sonju, drotning, víðari inn í sakristiið og fortelur millum annað, at sambært søgnini liggur Erlendur, bispur, grivin í sakristinum.
Eftir umvísingina fóru Sonja, drotning, og fylgi innar í Roykstovuna, har bóndahjúnini í Kirkjubø borðreiddu døgurða fyri drotningini við fylgi, umframt Føroya Løgmanni, landsstýrismonnum, formanskapinum í Løgtinginum og embætisfólkum.
Eftir døgurðan var farið upp á gólv, og dansifólk úr Havn komu inn at skipa Ormin Langa og Sinklars vísu.