07 Vestur hevur í dag skrivað søgu á fleiri økjum:
1) Síðani farið var yvir til 27 umfør hevur næstniðasta liðið í bestu deildini ongantíð havt so nógv stig, sum 07 Vestur. 07 Vestur fekk 28 stig, sum er tað mesta nr. 9 í bestu deildini hevur fingið aftaná 27 umfør.
2) 07 Vestur bleiv í dag fyrsta liðið, sum endar næstaftast sum ikki flytur niður síðani skipanin við, at tvey lið flyta upp og tvey lið flyta niður var sett í verk í 2006.
3) Fyri fyrstu ferð flytur 07 Vestur ikki niður úr bestu deildini aftaná bert eitt kappingarár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Rás2 gjørdi við ein fegnan formann í 07 Vestur, Jim Sonna Guttesen, sum er sera lættur um, at tað endaði lukkuliga hjá effodeildarliðnum hjá 07 Vestur.
Jim Sonni Guttesen greiðir frá, at óvissa støðan hjá 07 Vestur, har teir máttu bíða eftir úrslitunum í 1. deild fyri at vita um teir vóru bjargaðir ella ikki hevur gjørt tað torført at fyrireika komandi kappingarár hjá effodeildarliðnum, men nú verður farið við góðum treysti undir at fyrireika komandi kappingarár, sum Jim Sonni gleðir seg nógv til.
07 Vestur hevur ársveitslu leygarkvøldið 28. oktober.