Tað er deiligt at byggja aftur

- Tað eru eini trý ár, síðan vit seinast bygdu ein nýbygning, og tí er tað deiligt at sleppa at byggja skip aftur ? ikki minst, nú minni hevur verið at gjørt í seinastuni, siga tey á Tórshavnar Skipasmiðju

Nýbygging

Skrokkarnir, ið Tórshavnar Skipasmiðja vegna feløgini, sum eiga Hansu Mariu og Dúgvuberg, hevur latið byggja í Pólandi, verða nú gjørdir lidnir á skipasmiðjuni.
- Alt stál-og aluminiumsarbeiði er gjørt í Pólandi, men nú er so restin eftir sum skal gerast, meðan bátarnir standa á Tórshavnar Skipasmiðju.
Á skipasmiðjuni siga tey, at tann parturin, sum eftir er, fevnir um ísetan av høvuðsmotori, spølum, apeteringsarbeiði, rør, el og annað, sum hoyrir einum skipi til.
- Í peningi er hetta nógv tann størri parturin av teimum umleið 9-10 miljónunum, sum hvør bátur kostar at byggja.
Sum nevnt í greinini omanfyri, hevur Tórshavnar Skipasmiðja projekterað og teknað bátarnar, og tað er tískil skipasmiðjan, sum hevur latið skrokkarnar byggja í Pólandi.

Stóran týdning

Í slíkum arbeiði hevur skipasmiðjan nakrar undirleverandørar og tann størsti, sum nú kemur inn í myndina, eru teir, sum skulu gera apeteringsarbeiði.
Á skipasmiðjuni fegnast tey um aftur at sleppa at byggja nýggj skip.
Tað eru eini trý ár, síðan skipasmiðjan bygdi seinasta nýbygningin, sum var alibáturin, Ruth, ið fór til Klaksvíkar.
- Tað er deiligt aftur at sleppa at byggja nýbygningar, hóast hetta eisini eru lutfalsliga smáir bátar, siga tey á skipasmiðjuni.
Á Tórshavnar Skipasmiðju vænta tey, at einir 10 mans meira at kalla burtur av verða knýttir at nýbygningunum fram til endan av april mánaði, tá ið báðir bátarnir skulu verða lidnir.
- Tað verður ikki soleiðis, at allir, sum arbeiða hjá okkum, verða knýttir at hesum arbeiði, men hetta ger góðan mun, nú minni hevur verið at gjørt í seinastuni, verður sagt á Tórshavnar Skipasmiðju.