Tað er feitt at vera stjóri

250.000 krónur um mánaðin. Tað er upphæddin í lønarposanum hjá best lønta stjóranum. Hóast Føroyar eru smáar og fólkini fá, eru stjóralønirnar ikki at kimsa at. Men tað er ikki altíð at ein dýr leiðsla gevur eitt gott yvirskot

Lønir

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Lítið, nógv, meira og astronomiskt. Munur er á, hvat fólk tjena um mánaðin. Men hóast Føroyar eru smáar og fólkini fá, merkir tað ikki, at lønirnar eisini eru tað.

Føroysku stjóralønirnar ganga heilt úr vanligu verkamannalønini og meira enn tíggjufaldað upp til góðar 250.000 krónur um mánaðin, í øllum førum hjá øllum teimum skrásettu feløgunum í Føroyum.

Serliga er tað í privata vinnugeiranum, at stjóralønirnar eru høgar, meðan almennu partafeløgini eru eitt vet meira afturhaldin við at gjalda tær heilt stóru løturnar. Tó so, stjórarnir í almennum partafeløgum koma eisini høgt upp á listanum.

Um tær ymsu vinnugreinirnar verða samanbornar, er tað heilt víst bankavinnan, ið stendur fyri teimum størstu lønunum til stjórnina – tað er stjóri og nevnd.

Í 2008 lá Smyril Line, sum sama ár mátti fáa 30 milliónir krónur frá almennu Føroyum, á einum triðjaplássi, við góðum 3,3 milliónum krónum í samsýning til stjórnina. Tó hevur eitt stjóraskiftið, sum fór fram tá, helst kostað ein stóran bita av hesum, umframt at tað síðan vóru settir tveir stjórar.

Fiskivinnan er ikki heilt eiðasør heldur, hóast bert seks av 25 feløgum á topplistanum eru innan fiskivinnuna, og tað at stjórna tryggingarfyritøkum, er heldur ikki at kimsa at.

Í ársroknskapunum hjá einum parta- ella smápartafelag stendur tilskilað, hvussu nógv er útgoldið í samsýning til stjórn og nevnd, og inni á vinnuheimasíðuni Vinnuvitan.biz er gjørligt at fáa ein topp 25 lista yvir samsýningar til stjórn.

Vit hava hugt eftir, hvørjir teir vóru, sum tjentu mest pening í 2008, og hartil hava vit eisini hugt eftir, um ein dýr leiðsla er ein leiðsla, sum gevur mest yvirskot.




Peningastovnar

Skal tú vera stjóri, loysir tað seg best at vera stjóri í einum peningastovni. Gjøgnumskygnið í roknskapunum hjá bankunum er sera gott, og serliga hjá Føroya Banka og Eik Banka eru als ongar upplýsingar um lønir og treytir hjá stjórunum goymdar.

Tí kunnu vit lættliga greina, hvat teir mennirnir, sum hava ábyrgd av at ansa eftir okkara uppsparinum og veita okkum lán, sjálvir fáa í løn afturfyri.

Og tað er ikki so lítið. Meðan Eik eigur toppskorararn, er tað Føroya Banki, sum tilsamans betalir meira enn hinir, og í teimum báðum smáu sparikassunum er nokk við einum stjóra.

Hinvegin er tað heldur ikki so galið at sita í nevndini í einum banka, Eik upplýsir, at nevndarformaðurin fær 384.000 um árið, næstformaðurin 259.000 árliga og hvør nevndarlimur fær 184.000 árliga fyri at sita i nevndini, meðan tað hjá Føroya Banka er eitt sindur meira innviklað, har tann sum fær mest, fær meira, og tann sum fær minst fær minni enn í Eik Banka.


Hinar vinnurnar

Stjóralønirnar aðrastaðni eru tó heldur ikki at kimsa at, hóast tær kanska ikki eru eins høgar og í peningastovnunum.

Smyril Line hevði stórar útreiðslur upp á stjórar, men var hetta, sum áður nevnt helst orsakað av stjóraskiftinum. Tó er eingin ivi um, at stjórarnir har, Peter S. Holm, og Rúni Vang Poulsen, fáa ein góðan posa av pengum afturfyri.

Hjá NCC, sum er útlendskt felag, er tað ein stjóri, Peter Gjørup, ið saman við nevndini fer við allari puljuni.

Bygma Balslevs Timburhandil liggur eisini sera ovarlaga, og har eru tað tríggir stjórar.

Hjá Havsbrún er tað tó eisini ein heilt fittur pengi at fáa. Stjórin, Bergur Poulsen, og nevndin fáa tilsamans 2,5 milliónir krónur, meðan parturin hjá nevndini liggur um 600 – 800.000 krónur.

Hjá Dimmalætting eru tveir stjórar um at býta 1,7 millión krónur millum sín, og ópopulera postverksstjórastavrið gevur eisini fitt av sær, um 0,9 – 1 millión krónur árliga.

Eitt, ið kanska undrar, er at stjórin í tí størsta samtakinum í landium, Føroya Tele, ikki fær meira í sín posa. Kristian Reinert Davidsen, sum stjórnar samtakinum, fekk í 2008 knappar 1.3 millión krónur í løn, umframt okkurt smátt fyri at vera nevndarformaður í døtturfeløgunum.

Restin av listanum verður til lesaran at gruna yvir.



Nr. Felag Samsýning til stjórn* Ársúrslit 2008

1 Føroya Banki P/f 5.106,000 170.794,000

2 Eik Banki P/f 4.820,000 -314.075,000

3 Smyril-Line P/f 3.334,000 -207.884,000

4 NCC Construction A/S (Útl.fel) 3.026,000 151.917,000

5 Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/f 2.804,000 608,000

6 Havsbrún P/f 2.545,000 56.925,000

7 Norðoya Sparikassi (sjálvsognarst.) 2.097,000 -55.110,000

8 Faroe Seafood P/f 2.053,000 -44,000

9 Atlantic Airways P/f 2.027,000 15.314,000

10 Atlantic Petroleum P/f 1.797,000 -89.657,000

11 Dimmalætting P/f 1.705,000 -25.503,000

12 Mest P/f 1.626,000 2.080,000

13 S.M.S. P/f 1.622,000 16.738,000

14 Mentir P/f 1.619,000 5.642,000

15 Postverk Føroya P/f 1.566,000 -2.483,000

16 Føroya Trol P/f 1.344,000 2.362,000

17 Tryggingarfelagið Føroyar P/f 1.325,000 -51.471,000

18 Telefonverkið P/f 1.285,000 18.284,000

19 Føroya Lívstrygging P/f 1.259,000 -45.648,000

20 Install Sp/f 1.200,000 2.770,000

21 Fiskaheilsutænastan Sp/f 1.190,000 -48,000

22 Landshandilin P/f 1.190,000 542,000

23 Trygd Tryggingarfelag P/f 1.175,000 9.685,000

24 JFK P/f 1.151,000 1.600,000

25 Bakkafrost Holding P/f 1.142,000 37.121,000


* Í fleiri førum er talan um ein og/ella fleiri stjórar og nevnd