Seint í kvøld verður tað ein vika síðani, at HB spælararnir og øll HB legan var fyri størsta og kanska einasta rættiliga vónbrotinum higartil í ár. Tað var, tá ið ellivu HB spælarar mistu steypagullið á gólvið, og tá ið teir sóu grannarnar í B36 – bara níggju í tali – strúka avstað við løgmanssteypinum.
-Nú hava vit lagt tað vónbrotið aftur um bak. Nú snýr tað seg um landskappingina. Vit hugsa ikki um støðutalvuna, men vit hava bara fokus á næstu avbjóðingini, sum í dag er AB í Gundadali, sigur miðvallarin Tróndur Jensen.
Í gjárkvøldið styrknaðu FM fyritreytirnar hjá HB, tá ið KÍ ikki vann fulla úrtøku ímóti Víkingi. Um HB vinnur fult ímóti AB, verður fjarstøðan til næsta avbjóðaran tíggju stig.
Tað kann vera, at allir teir, sum vóru við í steypafinaluni, aftur vera á listanum ídag. Ivamálini eru Grétar S. Gunnarsson og Magnus Egilsson, sum báðir hava verið sjúkir í vikuni.
Seinastu ferðirnar hevur evnaríki HB eykamálverjin Mathias Lamhauge vart AB málið. Tað fer hann ikki at gera í dag, tí AB veteranmálverjin Heðin Stenberg er tøkur aftur.
Álopsspælarin Rasmus Dan Sørensen er farin av landinum í lestrarørindum, og verður tískil ikki aftur at síggja á AB liðnum í ár. Teitur D. Olsen og Hans Jákup Annfinsson eru ikki tøkir.
Hóast AB er niðast á støðutalvuni, so hava argjamenn ikki givið skarvin yvir:
-Vit spæla fyri møguleikanum, sum vit hava, og tað er eyðsýnt, at spælararnir mennast, og at liðið styrknar. Tað gevur góða meining, sigur AB venjarin Sorin Anghel.