Tað er hart at síggja lívið fjara úr mammu

ALZHEIMER Eg síggi mammu fjara burtur hvønn einasta dag og tað er hart. Tað sigur Jonhard Larsen í Klaksvík, sum hevur eina mammu við Alzheimer. Hann hugsar so nógv um, at hann sjálvur fer at fáa Alzheimer, at hann ger heilafimleik at kalla hvønn einasta dag

- Tað er neyðugt at bróta tøgnina!
Tað heldur Jonhard Larsen í Klaksvík.
Á fundi hjá Alzheimerfelagnum nú eitt kvøldið greiddi hann frá, hvussu tað er at hava eina mammu, sum fær Alzheimer í bestu árum.
- Eg síggi mammu mína fjara so spakuliga burtur hvønn einasta dag og tað er ótrúliga hart, sigur hann.
Mamma hansara, Sólrun, var hárfríðkari, frisør, og tað hevði hon verið síðani hon var 14 ár, tí hon fór beint úr sjeynda klassa í læru sum hárfríðkari.
Men mamma hansara, var ikki meiri enn síðst í fimtiárunum, tá ið tey fyrstu teknini um, at alt ruggaði ikki rætt, fóru at vísa seg.
- Hetta var fyrst í hesi øldini og vit løgdu merki til, at hon fór at gloyma ymiskt og at hon fór so spakuliga at missa hugin til ymiskt, hon hevði tímað væl áðrenn.
Eitt nú misti hon áhuga fyri húsligum arbeiði og yvirhøvur viknaði higurin at fara í holt við nakað.
- Einaferð fóru hon og babba á Kreta at ferðast og tá ið hon kom úr sínum kenda umhvørvi, gjørdist alt týðiligari, at okkurt var galið, tí tað vísti seg mangan, at hon fann ikki heimaftur og dugdi ikki at forklára, hvar hon búði.
- Tá varnaðist babba av álvara, at okkurt var áfatt, so heimafturkomin fór mamma til lækna og tá varð staðfest, at hon hevði Alzheimer.
- Tað var í 2006 , altso fyri sjey ár síðani og sostatt var mamma bara 61 ára gomul, tá ið læknarnir, at hon hevði alzheimer.
- Ein slíkur dómur er ringur at góðtaka, tí tað er so óítøkiligt og eitt sindur øðrvísi enn aðrar sjúkur, sum kunnu viðgerast og lekjast.
- Trupulleikin er, at tað er einki at gera. Diagnosan er endalig og tað er eingin vón fyri framman og tí er skjótt at verða yvirtikin av kensluni av hjálparloysi.

Fyllir nógv
Jonhard Larsen sigur, at síðani er Alzheimer ein sjúka, sum hevur fylt nógv í hansara huga.
Ikki bara tí at mamma hevði sjúkuna, men ikki minst tí at so nógv onnur í hansara familju hava alzheimer áðrenn hana.
- Tað er sjúka, sum er ólekilig og tað hevur fylt rættiliga nógv í mínum høvdið.
Samstundis, sum at Alzheimer er ein sjúka, sum er rættiliga óítøkilig, er tað eisini ein sjúka, tað kann vera rættiliga torført at tosa um.
- Onkusvegna skammast vit av teimum, sum eru sjúk, hóast tað er okkara næstu, og tað er ótrúliga hart.
- Eitt, sum eyðkennir sjúklingar við Alzheimer, er, at tað fer at bila við reinførinum og tað leggja fólk merki til.
- Í okkara føri hevur ein avleiðing verið, at babba er mestsum bara givin at fara í konfirmatión ella aðrar veitslur, har fólk eru komin saman, tí hann vil ikki gera mammu, ella sær, fyri skommum.

Einki stuttligt
Jonhard Larsen sigur, at hann eisini ilt við at síggja tað stuttliga í tí, tá ið fólk flenna at ymiskum ”býttum”, fólk við Alzheimer gera, ella fortelja skemtisøgur um fólk við Alzheimer.
- Eg skilji væl, at fólk hava hug at flenna, tí tað kann vera stuttligt tá ið fólk við Alzheimer gera okkurt býtt.
Sjálvur sigur hann seg ikki heilt frían fyri at hava flent eftir fólki við Alzheimer.
Hann átti eina ommusystir, sum hevði Alzheimer og fyrr helt hann tað vera øgiliga stuttligt, tá ið hon koyrdi smákakurnar í tekoppin, ella gjørdi okkurt annað undarligt.
- Men tá ið tað rakar ein sjálvan, er tað ikki stuttligt longur, tí kensluliga rakar tað ómetaliga hart, at ein næstringur hevur Alzheimer.

Bróta tøgnina
Jonhard Larsen sigur, at ístaðin fyri at skammast yvir sjúkuna, eiga vit at venda tí við.
- Vit eiga at bróta tøgnina og vera meiri opin um sjúkuna, heldur hann.
Hann sigur, at eitt, sum eyðkennir sjúkuna er, at tey missa hugin at arbeiða.
- Tey skulu at kalla ”sparkast ígongd” og vit fingu eisini tey ráð frá læknanum, at vit skulu royna at halda mammu til.
So eftir at mamma fekk staðfest sjúkuna, helt fram at arbeiða og at gera hár.
- Men tað versnaði spakiliga og eftir eina tíð fór hon at gloyma at hon hevði fólk í salongini.
- Ella gjørdi hon avtalur við fleiri ísenn, so áðrenn nakar vardu, stóðu tvær, tríggjar kvinnu í salongini ísenn, tí tær høvdu allar fingið somu tíð.
- Tað bleiv so til tað, at babba skuldi taka telefonina og gera avtalurnar fyri mammu, so at ikki alt kom upp í røkur.
- Og tað riggaði fínt eitt skifti, tí sjálvt tað at klippa og fríðka hár, var als ongin trupulleiki, tað hevði hon gjørt síðani hon var 14 ár so tað lá í hondunum.
- Vit høvdu eisini hund og tað gekk ikki long tíð, kundu tað henda, at fólk sat í salongini, men so gloymdi mamma alt um tey og fór bara ein túr við hundinum ístaðin.
- Einaferð, eg kom framvið á salongini, stóð ein kona á trappusteininum við rullum í hárinum og spurdi eftir mammu.
- Mamma hevði gloymt alt um, at hon hevði viðskiftafólk og farin farin út í Grøv ein túr við hundinum.
Jonhard Larsen sigur, at nú er tað so komið hartil, at mamma klárar ikki longur at klippa ella gera hár, so nú er hon givin.
- Hon kom eisini hartil, at hon kendi ikki síni egnu børn longur.
Kanska er hon eisini greið yvir, at alt ikki er, sum tað eigur, tí einaferð bað hon okkum lata vera við at spyrja, tí hon mintist einki av tí, hon ger.
- Hinvegin hava vit ongantið fortalt mammu, at hon hevur Alzheimer og tað haldi eg, er ein stórur feilur.
- Tað fáa vit okkum ikki til at fortelja henni, hóast hon helst hevði gloymt tað eina løtu seinni, so hart nívur tað kensluliga.

Minnist einki
Hann sigur, at hann plagar at spyrja mammu sína ymsar spurningar at vita, hvussu hon er fyri, men nú er støðan tann, at hon minnist akkurát einki av tí, sum er farið fram, heldur ikki av tí, sum er hent fyrr.
Síðani er mamma farin á tilhaldið Búðatrøð og har eru tey einastandandi at taka sær av henni.
Men kropsliga er mamma væl fyri so hon býr hon heima, men hevur stuðul frá nærverkinum nakrar tímar um dagin.
Restina av tíðini passar babba hana. Tað heldur hann seg til enn, og fór hon á stovn, hevði hann følt tað sum um at hann sveik hana.
- Men eg síggi ikki fyri mær, at tað verður so nógv ár, so má hon á stovn, tí eisini babba eldist og tað kann skjótt fara at knípa við kreftunum at ansa eftir mammu.

Ræðist
Jonhard Larsen leggur afturat, tey rættiliga skjótt fóru at skriva dagbók um gongdina.
Tað heldur hann er eitt gott hugskot, tí so ber til at fylgja við, hvussu tað gongst við sjúkuni.
Jonhard Larsen sigur, at mamma hansara er verri enn so tann einasta í teirra ætt, sum hevur alzheimer, tí tað hava fleiri.
Hann heldur, at tað, vit øll ræðast mest, er at vera einsamallur.
- Tí er tað so ótrúliga týdningarmikið, at vit, eisini á ungum árum, hava góðar vinir og eru útvend og liva lívið –ímeðan vit hava tað.
- Vit skulu minnast til at liva hvønn dag, sum at tað er tann síðsti.
- Vit eru í eini tíð, har eingin hevur tíð til nakað sum helst og áðrenn vit vita tað, er tað ov seint.

Kannar seg sjálvan
Hóast sagt verður, at Alzheimer ikki er arvaligt, hugsar Jonhard Larsen nógv um at fáa Alzheimer og at enda sum mamman.
Tí hevur hann funnið sær eina heimasíðu, www.lumosity.com, har hann at kalla hvønn dag er inni á og venur heilan.
Har ber eisini til at máta, hvussu tað gongur frá ferð til ferð, so tað er eitt, Jonhard brúkar nógva tíð upp á.
- Har eru nógv stuttlig spøl, har tað ber til at máta, hvussu væl tú minnist o.sfr. so har ber til st fylgja við, hvussu gongur.
- Eg viðgangi, at tankin um at fáa Alzheimer fyllir rættiliga nógv í mínum hugaheimi –og onkuntíð fyllir tað ov nógv, leggur hann afturat.
- Men eg krøki meg í tann veruleika, at tað eru mest konufólk í okkara familju, sum hava fingið Alzheimer, leggur hann afturat …