Tað er heilt ómøguligt at arbeiða upp á hendan mátan

Tað er medisinið, sum kann lekja Strandferðsluna

Tað er ómøguligt hjá Strandferðsluni at arbeiða upp á hendan mátan. Tað var niðurstøðan hjá Erhardi Joensen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, hendan dagin í Løgtinginum beint fyri jól, tá ið samferðsluviðurskiftini, enn eina ferð, vóru til umrøðu.

Ikki minst stendur Strandferðslan fyri skotum í hesum døgum, nú óhappini bólta oman yvir stovnin. Fyrst tekur tað minst tveir mánaðir longri at umvæla Ternuna, enn ætlanin var, og síðani mátti nýggja skipið, Erla Kongsdóttir, takast úr sigling og avloysaraskipini hava eisini havt sítt at dragast við.

Men sambært Erhardi Joensen eru arbeiðsumstøðurnar, Strandferðslan fær frá landsins myndugleikun, rótin til allar trupulleikarnar hjá stovninum.

Ein grundleggjandi trupulleiki er mátin, sum vit játta Strandferðsluni  pengar upp á, sigur hann. Hann vísir á, at Strandferðslan fær eina játtan eina ferð um árið. Tað merkir, at leiðslan veit ongantíð fyrrenn á jólum, hvussu stóra játtan, hon hevur til taks næsta ár.

– Øll sum fáast við vinnulív, vita, at tað er eingin møguleiki at hava eitt skipað viðlíkahald, tá ið peningur bara verður játtaður eitt ár ísenn, staðfesti hann.

Hann sigur, at Strandferðslan má kunna leggja virksemið til rættis í minst trý ár fram í tíðina og tí má hon vita, hvørja háttan, hon hevur at halda seg til í minst trý ár ísenn.

– Tað er medisinið, sum lekir Strandferðluna í longdini, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Christian Andreasen hevur fleiri ferðir róð fram undir at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag, tí tað fer at loysa hasar trupulleikarnar við játtanini. Og Erhard Joensen heldur, at alt er betri enn støðan er í dag og tí kann ein loysn verða at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag.

Tað eru eisini aðrir tinglimir í samgonguni, sum taka undir við, at Strandferðslan verður gjørt til eitt alment partafelag.

Verður Strandferðslan eitt alment partafelag, skal hon røkja ferðasambandið fyri landsins myndugleikar og afturfyri fær hon so eina fasta játtan um árið. Men so ber til at gera avtalur fleiri ár fram í tíðina, tí leiðslan veit altíð, hvat hon hevur at halda seg til.