Tað er ikki ein skúli afturat sum manglar

Tað er sjálvsagt altíð ein forðan hjá onkrum, at fara til Suðuroyar á Heilsuskúla, men tað er lítið vunnið við einum skúla afturat í Havn

Fáa vit ein heilsskúla afturat, við tí avleiðing at næmingatalið á Heilsuskúlanum í Suðuroy, lækkar, er lítið vunnið.

 

Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Í seinastuni hava vit frætt, Tórshavnar kommuna ætlar at seta á stovn heilsuhjálparaútbúgving í miðstaðarøkinum, fyri at nøkta røktartørvin.  

 

Men ein skúli afturat loysir ikki trupulleikan, tí hann er nógv størri enn so, staðfestir hon

 

– Tað vil sjálvsagt altíð verða ein forðin hjá onkrum, at fara til Suðuroyar í skúla, men tað loysir neyvan allan trupulleikan á ovurhondsstóra trotinum av røktarstarvsfólkum, sigur Mary Antonsdóttir.

 

Hon sigur, at trupulleikarnir eru nógv fleiri enn so.

 

Fyrst og fremst átti tað at borið til hjá øllum røktarstarvsfólkum at sloppið at arbeitt fulla tíð, ístaðin fyri sum nú, har tey allarflestu eru sett í parttíðarstørv.

 

– Tað eru tó undantøk, har summi starvsfólk ynskja at starvast niðursettan brøk og skal tað sjálvandi vera møguligt.

 

Forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum sigur, at ein avleiðing av sparingum er, at vaktirnar verða styttar og tær sjálvsagt leingjast upp aftur á átta tímar, annars er tað ómøguligt at arbeiða fulla tíð.

 

Lønin má upp, fyri at tað skal gerast meiri lokkandi at starvast sum heilsuhjálpari, heldur hon.

 

Grundlønin er 22.000 krónur um mánaðin, men tá ið nógv ikki arbeiða fulla tíð, sigur tað seg sjálvt, at hjá nógvum er lønin minni enn tað.

 

Hon heldur eisini, at hugburðurin til eldrarøkt má broytast.

 

Nøkur starvsfólk kærdu sína neyð til ein borgarstjóra, um arbeiðsbyrðuna á einum eldrasambýli og at tað eingin tíð var til tey gomlu, uttan bert grundleggjandi røkt.

 

– Hann helt fyri, at kommunan ikki fór at gjalda fyri undirhald til tey gomlu, sigur Mary Antonsdóttir. 

 

 

Les meiri her: Ein skúli afturat loysir ikki trupulleikan