Tað er ikki neyðugt at fara av kós

Tí mugu jólini leggjast til rættis fíggjarliga í góðar tíð, sigur kundaráðgevi

Desember mánaði ber brá av, at vit vilja hava tað gott og hugnaligt sum familja. Og tað slepst ikki undan trýstinum, sum liggur á familjunum, sigur Alice Frederiksberg, sum er kundaráðgevi í Betri Banka í sendingini Góðan Morgun Føroyar í Kringvarpinum í morgun.

 

 

Í morgunsendingini greiddi hon frá, at ístaðin fyri at verða tikin av bóli av øllum, sum skal rindast fyri í desember mánaði, so er umráðandi at hugsa seg um, áðrenn ein fer út at keypa, so ein ikki angrar keypið aftana.  

 

Vit býta øll nýtsluna ymiskt gjøgnum árið, og koma jólini óvæntaði aftur í ár, so viðmælir Alice Frederiksberg, at vit seta okkum í samband við kundaráðgeva okkara, sum kann hjálpa við, at fáa stýr uppá viðurskiftini. Hon heldur, at tað er eitt gott hugskot at hava eina konto, har ein leggur pening til viks til annað enn tað, sum einum tørvar í gerandisdegnum, so aðrar útreiðslur - so sum jóla- føðingardags- og brúðargávur - ikki koppa fíggjarætlanini. 

 

 

—Eitt gott ráð er at hyggja at, hvat ein hevur ráð til at brúka til jólagávur. Eisini er umráðandi at hugsa um, hvat virði jólini hava fyri ein, so jólini ikki verða eitt fíggjarligt fall, men vit fáa góð jól og kunnu gleða hvønn annan. Tað eru ofta aðrar loysnir enn at alt fer av kós, staðfestir hon.