Falkon Entreprenørar fara í næstum at gera veg til økið á Kneysum á Toftum, og tá tað arbeiðið er fingið frá hondini, verður farið undir at planera til 18 nýggjar íbúðir.
Byggivirkið KBH hevur eisini gjørt eina partalagsavtalu við Bústaðir um, at fyritøkan skal byggja allar hesar 18 íbúðirnar, sum ætlandi skulu standa lidnar um hálvt triðja ár.
- Vit vænta at sleppa inn á fyrra partin á økinum á Kneysum um hálvan apríl næsta ár. Tá fara vit í holt við hin fyrra blokkin á átta íbúðir. Síðan heldur Falkon fram við at planera til hin seinna blokkin við tíggju íbúðum.
Helgi Johannessen, stjóri í KBH, sigur, at frá tí, at byggivirkið sleppur inn á økið, væntandi í apríl næsta ár, skulu sambært avtaluni ganga tvey ár, til allar 18 íbúðirnar standa lidnar.
Hann heldur ikki, at hetta er órealistiskt.
- Vit hava áður bygt 42 íbúðir í Runavík, og hóast tað nú eru nøkur ár síðan, so vita vit, hvat ein slík byggiverkætlan krevur.
Stjórin í KBH vísir á, at økið á Kneysum liggur beint oman fyri vegin við Oyrahandilin, og haðani er óføra gott útsýni. Vit eru spentir upp á hesa avbjóðing, sigur Helgi Johannessen.