Tað er ikki vist at hetta verður nakar fyrimunur

Løgtingskvinna undrast á ætlanina um at fáa føroyskt við í google-translate

– Tað er ikki vist, at hetta verður ein fyrimunur fyri føroyskt mál at fáa føroyskt upp í google-translate. Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Samgongan hevur sett sær fyri at fáa føroyskt við í google translate, har tað ber til at týða alskyns mál til føroyskt á telduni, ella at týða føroyskt til alskyns onnur mál. Næsta ár er ætlanin at seta 500.000 krónur av til at fáa føroyskt við í google-translate.

Beinta Løwe undrast á, at samgongan er sinnað at rinda eini milliard-fyritøku sum google, pengar fyri at fáa føroyskt við í google-translate.

Hon er ikki vís í, at hetta er nakar fyrimunur fyri føroyskt mál, tí tey, sum hava royna google-translate, síggja beinanvegin, at tað er einki fantilsi á týðingunum.

Hon heldur, at er ætlanin at menna føroyskt, er nógv annað at brúka pengarnar til, eitt nú orðabøkur, undirvísingatilfar, tilfar til orðblind, og mangt annað.

Eisini Hanna Jensen, sum hevur sæti á tingi fyri Ruth Vang, sum er í korona-sóttarhaldi, harmast um, at samgongan leggur so lítlan dent á at menna føroyska málið. Og onnur tingfólk halda, at vil Google hava føroyskt við í google-translate, kunnu tey rinda tað sjálvi.