Tað er mega leingi og strævið at vera Jósef

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hetta heldur seks ára gamli Vilhelm Clementsen, sum gongur í skúlabólkinum í barnagarðinum Inni á Gøtu í Hoyvík. Hann hevur júst fyri fyrstu ferð roynt seg á palli við sjónleiki. Saman við øðrum børnum hevur hann verið til gudstænastu í Vesturkirkjuni og hann hevði tunga leiklutin at spæla Jósef, maður Mariu, fosturpápi Jesusar. Sjónleikurin tey spældu hevur heitið Jesus í Betlahem.
- Jú, tað var mega leingi og strævið at spæla Jósef, sigur Vilhelm og ristir sítt langa ljósa hár. Hann er ein fittur drongur, sum veit hvat hann vil, og hann torir at siga sína meining, eisini um sjónleikarlívið.
- Also, fyrst skal man bíða til hirðarnir koma, og so skal man bíða til vísmenninir koma og so skal man banka upp á og sova, sigur Vilhelm.
Og leikluturin hjá Vilhelm sum sjónleikari hevur eisini gingið út yvir tað hann fær í hosuni um morgunin.
- Bara tí eg spæli Jósef, so fái eg Guda ting í hosunu. Einglar, hirðar og jólapynt og sovorið. Eg fái slett ikki tað eg ynski mær, King Kong og sovorið, sigur Vilhelm.
Einglar flúgva í einum stiga
Katrin í Gongini Brockie er eisini seks ára gomul, og hon hevur roynt okkurt annað enn fleiri av hennara javnlíkum. Hon hevur nemmiliga verið eingil. Ikki ein ordiligur eingil, men ein eingil í leikinum í Vesturkirkjuni.
- Tá íð eg ikki dugi at flúgva, so brúktu vit ein stiga, sum eg kundi klintra upp í. Eg var ein eingil, sum var høgt uppi, sigur Katrin.
Seks ára gamla Anna á Steig var eisini ein eingil, men hon var eitt sindur ørvísi enn Katrin.
- Eg var ein eingil sum dugdi at flúgva, meðan eg spældi. Vit flugu. Eg kundi gott hugsað mær at flogið ordiliga, so kundi eg flogið undan Mariu, sigur hon.
Triði eingilin Sosialurin tosaði við dugdi heldur ikki at flúgva ordiligt. Hon eitur Sarita Maria Hellisdag og er merkiligt nokk eisini seks ár.
- Eg stóð í stiganum, sá fólkini og bíðaði til tað var liðugt og so sungu vit. Tað var ikki so leingi at bíða og Jesus svav allatíðina í vøgguni, sigur Sarita.
Mamman hjá Jesus
Maria Landbo spældi mamman hjá Jesus og so var hon eitt sindur forlovað uppí Jósef.
- Eg skuldi leggja meg niður og sova og so komu Anna og Katrin og søgdu, at eg skuldi eiga Jesus og so var eg glað. Eg sá Jesus, hann var ein dukka, sum var ballaður inn í eitt teppi, sigur Maria Landbo, sum eisini er seks ára gomul.
Vísmaðurin
At enda hitta vit ein ordiligan vísmann. Hann eitur Torstein Eysturgaard og fyllir næstu ferð heili sjey ár. Vit biðja hann forklára okkum hvat ein vísmaður er fyri nakað?
Ein vísmaður? spyr hann undrandi, og aftanfyri ósøgdu orðini liggur: Veit tú ikki tað?
- Ein vísmaður er tann sum peikara eftir stjørnunum. Eg eigi ein vinmann sum eisini er vísmaður. Hann býr onkuntíð í Kollafirði og onkuntíð í Havn. Tá ið eg spældi vísmaður, so bíðaði eg eftir Jesus og tá ið hann kom, gav eg honum gávur. Merkiliga gávur sum eg ikki hevði bestemma sjálvur, hann skuldi heldur fingið eina Playstation, sigur Torstein Eysturgaard.